Politikkur

Sleppa ætlanini um at býta børnini sundur

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, sigur, at tíðin er ov stutt og misnøgdin so stór, at ætlanin verður slept

2023-06-14 21:42 Author image
-
placeholder

KVF: Vøggustovubørn og barnagarðsbørn í dagstovnunum í Vága kommunu fara ikki á hvør sín stovn eftir summarfrítíðina, sum ætlanin annars var. 

- Tíðin er ov stutt, og misnøgdin er so stór, at kommunan sleppir ætlanini, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu. 

Starvsfólkatrotið hevur kortini við sær, at ein stova letur aftur á stovninumi í Sandavági, og foreldrini fáa tilboð um at flyta børnini á stovnin í Miðvági.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder