2024-02-24 10:54
Tað kann vera rætt at hjálpa eini vinnu at koma í gongd og at stuðla henni í eini uppbyggingarfasu. Spurningur er, nær ein vinna er komin hartil, har hon kann/skal standa á egnum beinum.
Ein av stuðulsskipanunum er Visit Faroe Islands. Tey fáa á hvørjum ári játtan frá Løgtinginum.
Árni Skaale hevur tí sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu, ein grein 52-spurning um, hvørjar stuðulsskipanin ferðavinnan fær gagn av, hvussu nógv hesar skipanir hava kostað seinastu 10 árini, og hvussu nógv landsstýriskvinnan væntar, at ferðavinnan fer at rinda í landskassan í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald