
Skulu Føroyar fara upp í Evropeiska Samveldið?
Spurningurin um, hvørt Føroyar eiga at gerast partur av Evropeiska Samveldinum (ES), hevur leingi verið eitt evni, ið hevur elvt til nógv politiskt kjak.
Føroyar hava í mong ár havt ein serstakan handilssáttmála við ES, men hava ikki verið limur í felagsskapinum. Tó er heimurin í broyting, og tað, sum var ein góð loysn fyri 20-30 árum síðani, er ikki neyðturvuliga tað besta í dag.
Eg kann viðmerkja, at ein ES-limaskapur als ikki skal avloysa okkara tøttu sambond í ríkisfelagsskapinum - tvørturímóti kann ein ES-limaskapur verða við til at styrkja og menna ríkisfelagsskapin.
Fyrimunir - og argumentini fyri ES-limaskapi
- Trygdarpolitiskt støðufesti
Í dagsins veruleika er støðan í Evropa merkt av vanda og óvissu. Við Russlandskríggi í Ukraina og øktum geopolitiskum spenningum er trygdarpolitikkur eisini vorðin ein høvuðstreyt fyri eitt litið sum Føroyar sum geopolitiskt liggur mitt i Norðuratlantshavið.
Í løtuni eru Føroyar partur av NATO umvegis rikisfelagskpain og ikki limur í ES, men samstarva við bæði. Tað merkir, at vit hanga í “leysari luft”, tí okkara verju- og uttanríkispolitikkur er treytaður av Danmark, sum er limur í bæði NATO og ES. Við at gerast partur av ES høvdu Føroyar staðið sterkari sum ein tryggur og integreraður partur av Vesturheiminum.
- Fríur marknaður og betri handilstreytir
Ein av størstu fyrimununum við ES-limaskapi er atgongdin til tann innara marknaðin, ið er heimsins størsta fríhandilssamstarv. Í dag hava Føroyar ein seravtalu við ES, men hon er avmarkað. Fiskur hevur serlig viðurskifti, men aðrir vinnuvegir - so sum alivinna, KT, ferðavinna og burðardyggar orkuloysnir - kundu vunnið nógv við at hava fríari atgongd til ES-marknaðin.
- Mentanar- og útbúgvingaravrik
ES hevur fleiri stórar útbúgvingar- og mentanarskráir, sum Føroyar bara hava avmarkaða atgongd til í dag. Skúlanæmingar, lesandi og granskarar kundu fingið størri atgongd til ES-skipanir, har ímillum Erasmus+, Horizon Europe og onnur granskingarsamstarv. Hetta hevði givið føroyskum ungdómi fleiri møguleikar.
- Burðardygg orka og veðurlagspolitikkur
Føroyar hava ein stóran møguleika at gerast ein grønt samfelag við grønari orku. ES hevur sett sær fyri at gerast heimsins fyrsta kolevnisfría meginland, og við at verða partur av ES, høvdu Føroyar havt atgongd til størri íløgur og fígging til burðardyggar orkuskipanir.
Vansar - og argumentini ímóti ES-limaskapi
Nógv hava ført fram, at Føroyar skulu ikki gerast limur í ES, tí hetta hevði verið ein vandi fyri fiskivinnuna og føroyska sjálvræði. Men hesi argumentini halda ikki heilt í veruleikanum.
- 1. “Vit missa ræði á fiskivinnuni” - er tað satt?
Hetta er tann mest vanliga grundgevingin fyri at vera ímóti ES-limaskapi. Men hetta er ikki heilt rætt. Í veruleikanum hevði Føroyar fingið møguleikan at samráðst um eina egnað skipan við ES-limaskapi. Hetta sæst við Íslandi, sum fekk serliga góðar treytir, tá landið fór undir samráðingar um ES-limaskap í 2009-2013. Føroyar kundu kravt eina seravtalu, ið tryggjaði føroyska fiskivinnu, sum tað besta og mest burðardyggu loysnina.
Fleiri ES-lond hava stórar fiskivinnur, til dømis Spania, Portugal og Írland, og hava kortini megnað at riki eina sterka fiskivinnu innan ES-reglurnar. Føroyar høvdu havt eina sera sterka samráðingarstøðu, tí føroyskur fiskur er av stórum týdningi fyri ES-marknaðin.
- “Vit missa fullveldi”
Í roynd og veru høvdu Føroyar ikki mist fullveldi, men fingið ein annan leiklut í evropeiska samstarvinum og eisini skula ført evropapolitikk. Við ES-limaskapi høvdu Føroyar havt ein beinleiðis sess í Brussel, har vit kundu ávirka evropeiskan politikk beint framman fyri ES-limunum.
Føroyskur politikkur hevði framvegis verið rikin av føroyskum myndugleikum, men við fleiri møguleikum innan fríhandil, útbúgving, orku og trygdarsamstarv.
- 3. “ES er ov bureaukratiskt
Nógv vilja vera við, at ES er ov bureaukratiskt við øllum sínum lógum og reglum, og stýrt av stórum londum. Men hetta argumentið kemur ofta frá fólki, sum ikki hava sett seg nóg væl inn í, hvussu ES virkar.
Smálond sum Malta, Estland og Lettland hava havt stóran ágóða av at vera í ES, tí tey hava fingið betri atgongd til handil, útbúgving, stuðul og gransking. Føroyar høvdu eisini havt møguleika at ávirka skipanina innan okkara týdningarmestu vinnur.
Ein framtíðar avgerð
Tað er eingin ivi um, at ES-limaskapur hevði broytt Føroyar, men spurningurin er, um tað hevði verið til tað betra ella tað verra. Verðin broytist skjótt, og Føroyar kunnu ikki longur halda fram við at vera eitt lítið samfelag, ið er ov nógv treytað av Danmark og handilssamráðingum, sum ofta geva ES-partinum betri støðu.
Vit mugu spyrja okkum sjálvi: Skulu Føroyar vera við í Evropa sum ein aktivur partur av einum sterkum samstarvi, ella skulu vit hanga í leysari luft millum stórar geopolitiskar avgerðir.
Tíðin er nú komin at taka eitt nýtt og realistiskt kjak um føroyskan ES-limaskap.
Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald