Ítróttur

Skulu fáa álopsspælið at rigga

Kvinnurnar hjá KÍ hava lagt alla orku í at vera so væl fyrireikaðar sum tilber til steypafinaluna, sum verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 19:00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-27 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


– Tað er altíð stuttligt at spæla steypafinalur, og nú er eitt sindur síðani at vit, og eg persónliga, hava staðið í einari steypafinalu, so eg eri øgiliga spent.

Tað sigur liðskiparin hjá KÍ, Sanna Svarvadal, tá FSF Varpið hitta hana undan venjing á Djúpumýru mánakvøldið.

Tað eru KÍ og HB, ið standa í ársins steypafinalu hjá kvinnum, og áðrenn dystin leygardagin hava liðini møtt hvør øðrum fýra ferðir í landskappingini. Klaksvíkskvinnur hava vunnið tríggjar, meðan HB hevur vunnið ein.

Finalan millum KÍ og HB verður á Tórsvølli leygardagin 27. septembur klokkan 19:00. Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder