
FSF: – Sjálvt um vit liggja væl framman fyri Gibraltar á FIFA listanum, so kenna vit kortini einki trýst á okkum – einki meir enn vanligt, tá landsdystir eru á skránni.
Tað sigur Jacoba Langgaard, hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, millum annað, undan UEFA Nations League dystinum móti Gibraltar, sum verður á Europa Point Stadion í Gibraltar í morgin, týsdagin 25. februar klokkan 18:00.
Føroyski hópurin kom til Gibraltar á middagi leygardagin, og síðani hava fundir og venjingar verið á skránni. Umstøðurnar á Gibraltar eru góðar, veðrið er gott, og væntandi verða eini 18-20 hitastig, tá turkiski dómarin floytar dystin í gongd.
Heimasíðan hjá Kringvarpi Føroya, kvf.fo, stroymir dystin. Trýstið á “Sjón” og veljið “KVF 2”. Byrjað verður at senda klokkan 17:55.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald