Politikkur

Skúlin á Trøðni størri játtan komandi ár

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 verður játtanin til Skúlan á Trøðni hækkað við 3,6 mió. kr. til økt undirvísingarvirksemi..

2026-10-02 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Virksemið og næmingartalið á Skúlanum á Trøðni er vaksið seinastu árini, samstundis sum fleiri næmingar hava tørv á tøttum og starvsfólkakrevjandi stuðli gjøgnum skúladagin. Í skúlaárinum 2026/27 eru 69 næmingar, og nakrir teirra hava tørv á 1:1-manning stóran part av degnum. Hetta setur stór krøv til dagligu manningina, harundir fakligu samansetingina í starvsfólkahópinum, tí næmingarnir kunnu hava tørv á serligum førleikum innan eitt nú talu og samskifti, rørslu og motorikk.

Serskúlin undirvísir næmingum í fólkaskúlaaldri, tó kunnu næmingar halda fram við skúlagongdini til endan á tí skúlaári, teir fylla 18 ár. Serskúlin kann eftir avgerð hjá landsstýrismanninum eisini skipa fyri undirvísing fyri teimum 18-21 ára gomlu við serligum tørvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder