Løgmaður og forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, hava í dag undirskrivað eitt skreytblað – semjuskjal – um yvirskipaða samstarvið millum Føroyar og ES. Eitt skeytiblað, sum prógvar, at vit als ongan veruligan veg eru komin, tá tað snýr seg um at fáa marknaðaratgongd fyri førosykar vørur á ES-marknaðin. Og tað ringasta av øllum er, at vit góðtaka, at einki hendur.
Innihaldið í skeytablaðnum eru tóm orð.
Í áratíggju hava skiftandi landsstýrið roynt at fingið betri marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur til ES-marknaðin. Uttan úrslit. Orsøkin er einføld; vit hava ikki dugað nóg væl at nýtt tær “lagaligu løturnar”, og tí hava vit einki fingið burturúr.
Okkum tørvar broytingar í handilsavtaluni millum Føroyar og ES. Alt annað er uttanumtos. Minnilutin, sum er undirritaði, vildi tí mæla landsstýrismanninum frá at undirskriva skeytiblaðið. Vit verða snøgt sagt hildin fyri gjøldur.
Nú er nokk tosað og skrivað. Tað einasta, sum telur, er ein ítøkilig avtala millum partarnar.
Jacob Vestergaard, tingfólk fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald