Kl. 20.00 – 21.30 Útflýggjan av startnummørum og G&G renniblusum.
Av tí at annað tiltak er á Giljanesi samstundis, kann verða trupult at sleppa av við bilin.
Leygardagin 5. september 2026 - Skúlin á Giljanesi
Møguligt verður at parkera bilar niðri á keiini í Miðvági og á Valloyruni í Sandavági.
Um møguligt, lati bilin standa heima og/ella koyri fleiri saman.
Túrurin úr Gásadali til Sandavágs er partvís í blandaðari ferðslu, bilar, gangarar og rennarar. Øll hava ábyrgd av sær sjálvum. Hjálmar eru til taks við tunnilsmunnan í Gásadali.
Hesi vegastrekkir eru stongd fyri bilferðslu: Gásadalstunnilin er stongdur frá kl. 9:45 til kl. 11:30, og Vatnavegurin frá kl. 11:30 til kl. 13:00. Konvoykoyring verður á Vatnavegnum frá kl. 13:00 til 14:00
Skrá:
Kl. 08.00 Gangarar - Útflýggjan av startnummørum og G&G blusum í skúlanum á Giljanesi.
Kl. 09.00 Bussfráferð av Giljanesi til Gásadals – gangarar.
Kl. 09.30 Taskur kunnu latast inn í Gásadali – vera útflýggjaðar aftur á Loftagrund (málið)
Kl. 09.00 Rennara - Útflýggjan av startnummørum og G&G blusum.
Kl. 10.00 Starturin fer í Gásadali - gangarar.
Kl. 10.00 Bussfráferð av Giljanesi til Gásadals – rennarar.
Kl. 10.30 Taskur kunnu latast inn í Gásadali – vera útflýggjaðar aftur á Loftagrund (málið)
Kl. 11.00 Starturin fer í Gásadali – rennarar.
Kl. 11.30 Vatnavegurin stongdur. Frá omankoyring til flogvøllin til FK í Miðvági.
Kl. 11.30 Ongin sleppur víðari frá flogvøllinum fyrr enn Vatnavegurin er stongdur.
Kl. 12.15 Medaljuhandan til allar luttakarar sum koma á mál.
Kl. 12.15 Myndaboks á málinum á Loftagrund, møguligt at taka myndir sum minni um dagin. Myndirnar verða lagdar á facebook síðuna hjá Ítróttarfelagnum Frælsi.
Kl. 13.00 Medaljuhandan til rennarar 1, 2 og 3 byrjar so hvørt trý úr bólkinum eru komin á mál á Loftagrund.
Kl. 12.30 Laksasuppa frá Hiddenfjord og heimabakaðar køkur til luttakarar í tjaldinum á Loftagrund. Møguligt er at skifta og fara í brúsu á Giljanesi
Kl. 13.00 Ein bani á Vatnavegurin letur upp aftur kl. 13.00 við konvoykoyring til kl. 14.00
Fyri trygdina á vegnum verður mælt til at runnið verður á høgru síðu frá Gásadali til rundkoyringina í Miðvági, og frá rundkoyringini í Miðvági til málið í Sandavági verður runnið á vinstru síðu.
Vatnpostar
Vatnpostar verða fyri hvørjar 5km umframt undirhald við live tónleiki og playlista á rutuni.
Vesi
Møguligt verður at fara á ves í Gásadali, skúlanum í Bø, skúlanum í Sørvági, Missiónshúsinum í Sørvági, flogvøllinum, gomlu kommunuskrivstovuni í Miðvági, og á málinum við kirkjuna í Sandavági.
My Race Results
Til ber at fylgja við renningini á My Race Results
Eisini ber til at útskriva skreytblað eftir tiltaki á My Race Results við at fara á úrslit, velja navn og ikon uttast til høgru. Har síggjast millumtíðir og skreytblaðið.
Vit ynskja øllum eitt gott Føroya vakrasta hálvmaraton 2026.
Góðan túr!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald