Simon legði dent á, at føroysku spælarnir skulu vera raskar í økinum millum bæði feltini, sum hevur við sær, at álopini hjá Føroyum skulu avgreiðast ordiligt, og vera raskur at renna aftur. Simon legði afturat, at skjótálopini hjá Føroyum skulu rigga væl í dystinum í dag.
Í verjustøðu skal føroyska liðið passa serliga uppá strikuspælarin, Tabea Schmid, og veingirnar hjá Sveis.
Avgerandi fyri henda dystin er, at tað verður skora uppá teir málmøguleikarnar ið Føroyar fáa, og gera so fáar tekniskar feilir, sum møguligt. Størsta styrkin hjá Føroyum er duelspæl ein ímóti einari.
Tær ið byrjar inni í dag eru:
Málverji: Annika Fríðheim Petersen
Vinstri vongur: Turið Arge Samuelsen
Vinstri bakkur: Súna Krossteig Hansen
Miðja: Jana Mittún
Høgri bakkur: Elsa Egholm
Høgri vongur: Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
Stika: Pernille Brandenburg
Í verju skifta Súna ella Jana við Brynju Høj.
Tær ið ikki eru við í hópinum í dag eru Bjørk Franksdóttir Joensen og Lív Bentsdóttir Zachariasen.
Dysturin ímóti Sveis byrjar klokkan 17 føroyska tíð.
Sí eisini:
Myndir: Venjing undan Sveis dystinum
Andrass: Fyrsta av vónandi fleiri endaspølum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald