Svar til fyrispurning nr. 52-055/2022 frá Árna Skaale, løgtingsmanni, um, hvussu Føroyabanki royndist í 2022
Spurningar:
Hvussu royndist skipanin, tá hugsað verður um fleksibilitet og gagnnýtslu av samlaða talinum av tillutaðum døgum í teimum trimum bólkunum, sum fingu loyvi at veiða á Føroyabanka?
Hvørjir bátar, greinað á bólkar, veiddu á Føroyabanka í 2022?
Hvussu stórt var veiðivirðið hjá hvørjum einstøkum bólki sær?
Hvussu er miðalvirðið pr. veiðudag hjá hvørjum bólki sær?
Svar:
Til spurning 1.
Tíðaravmarkaða serskipanin fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2022 bar í sær, at línuskip í bólki 3 og útróðrarbátar 15-110 tons í bólki 4 fingu egnar fiskidagar - átta dagar hvør. Útróðrarbátarnir undir 15 tons í bólki 5 fingu 30 felagsdagar.
Samanlagt vórðu 176 fiskidagar útskrivaðir til línuskip í bólki 3. Av hesum brúktu tey samanlagt 168 fiskidagar. 48 fiskidagar vórðu avhendir millum línuskipini í bólki 3.
Samlaða talið av fiskidøgum, tillutaðir útróðrarbátum 15-110 tons, var 176. Av hesum vórðu 163 dagar brúktir. 56 dagar vórðu avhendir millum bátar í bólki 4.
Útróðrarbátar undir 15 tons høvdu 30 felags fiskidagar á Føroyabanka í 2022. Teir brúktu allar fiskidagarnar.
Til spurning 2, 3 og 4.
Í talvunum 1, 2 og 3 er yvirlit yvir øll fiskifør, ið vóru til fiskiskap á Føroyabanka í 2022. Talvurnar vísa eisini avreiðingarvirðið og miðalvirðið pr. veiðidag.
Viðmerkjast skal, at tølini fyri avreidda nøgd og avreiðingarvirði hjá bólki 3 eru ikki endalig.
Onkur avreiðing hjá frystilínuskipi er ikki seld enn, og tí er nøgd og avreiðingavirði heldur ikki skrásett.
Eg kann leggja afturat, at skipanin á Føroyabanka í 2022 verður eftirmett, áðrenn endalig støða verður tikin til, hvat verður gjørt í 2023.
Dennis Holm
landsstýrismaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald