Vinna

Skilagott at stilla pensjónsaldurin

Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni.

2025-04-01 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í hoyringarsvari, sum varð latið Føroya landsstýri við ársenda í fjør, tók Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við at stilla pensjónsaldurin. Hetta staðfesti felagið aftur á fundi í farnu viku – hesa ferð við trivnaðarnevndina í løgtinginum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til at stilla pensjónsaldurin og hækka hann í stigum, eins og broytingaruppskotið leggur upp til. Felagið heldur, hetta er eitt neyðugt stig fyri at tryggja búskaparliga haldførið í landinum og vælferðina hjá komandi ættarliðum. 

Tað er av alstórum týdningi, at vit sum samfelag taka ábyrgd og fara til verka nú, so at vantandi haldførið í búskapinum ikki verður stór rokning, sum komandi ættarlið skulu rinda. 

At gera broytingar í pensjónsaldri er ikki bara ein spurningur um tøl og fíggjarætlanir. Hetta snýr seg um menniskju, og eins og tað er sannroynd, at vit liva longri enn áður, er tað sannroynd, at ikki øll megna at vera á arbeiðsmarknaðinum líka leingi.

Tí hava vit skipanir sum fyritíðarpensjón v.m. Hesar skipanir mugu lofta teimum, sum ikki longur eru før fyri at røkja eitt vanligt arbeiði, og tryggja, at tey, sum eru slitin av longum og/ella hørðum arbeiðslívi, hava møguleika at fara av arbeiðsmarknaðinum upp á ein tryggan og virðiligan hátt.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at landsstýrið er sinnað at stilla pensjónsaldurin fyri at tryggja búskaparliga haldførið og vælferðina hjá komandi ættarliðum. Búskaparligt haldføri er týdningarmikið, men stillingin má ikki gloyma menniskjuni. 

Tí mugu vit áhaldandi halda eitt vakið eyga við, at skipanin eisini loftar teimum, sum ikki eru før fyri at halda fram, til tey hava rokkið pensjónsaldur.

Les hoyringarsvarið, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag læt landsstýrinum 4. desember í fjør, her.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder