Telduskíggjar, teldlaskíggjar, talvuskíggjar, flatskíggar, snildfonaskíggjar.
Ja, vit liva sanniliga eftirhondini í einum veruleika, har skíggjar av øllum møguligum slagi fylla ómetaliga nógv. Fyri 100 árum síðani var als eingin skíggi, men í 1927 sá fyrsti sjónvarpsskíggin dagsins ljós. Vit skulu tó skrúva tíðina fram til 1970ini, fyrr enn sjónvarpsskíggin veruliga fekk bein at ganga á kring heimin –og spakuliga fekk hesin skíggi eisini fastatøkur í føroyingin. Og síðani er gingið ómetaliga skjótt. Ja, ein sonn kollvelting er farin fram, bæði tá hugsað verður um tólbúnað (hardware) og ritbúnað (software). Og internetið hevur síðani fullkomiliga endavent øllum. Klótan er so samanbundin sum ongantíð áður, og við snildfonini ganga vit so at siga við allari Klótuni í lummanumdag og dagliga.
Tøknin er komin fyri at verða, eingin ivi um tað. Og tað skerst ikki burtur, at øll henda nýggja tøkni hevur ført til stóran framburð og nærum endaleysar møguleikar á so sera nógvum økjum. Menningin gongur við rúkandi ferð, og nú vitlíki veruliga hevur fingið vind í seglini, ja, so standa vit á gáttini til eina enn størri og djypri kollvelting enn nakar okkara dugir at meta um.
Mitt í øllum hesum skíggjameldrimelur einstaka menniskjað. Framvegis minnast mong okkara ein heim og eina tíð, har skíggin ikki var so týdningarmikil, men góður at hava at stytta stundir við. Sambært «Skíggjatilmæli til Fólkaheilsustýrið» hjá Gitte Klein í 2021, so vóru børn í1971 ímiðal 4-5ára gomul, tá tey byrjaðu at hyggja í sjónvarp, meðan tey í 2008 vóru 5 mánaðir gomul –og við tí tøknimenning, ið er farin fram síðani tá, so eru børninineyvan eldri í 2024, tá hugsað verður um skíggjabyrjan.
Eitt barn nýtti kanska í miðal upp í ein tíma um dagin frammanfyri skíggjan fyri30-40-50 árum síðani, meðan tað verður mett, at børn og ung í dag nýta í miðal millum 4-7 tímar við skíggjarnar um dagin. «Við tí skíggjatíð, eitt barn hevur í dag, hevur tað brúkt eitt heilt ár á skíggjum, tá ið tað er 7 ára gamalt» verður sagt í somu Skíggjatilmælum frá 2021.
Í 2021 fingu vit í Føroyum almenn skíggjaráð, har tað m.a. verður sagt, at «Verða mørk ikki sett fyrinýtsluni, kann hon hava neilig árin á svøvn, sálarliga -og kropsligaheilsu, málsligar førleikar, atferð, yrkisføri, vekt, hugsavnan ogharvið trivnað og menning.» Høvundurin til fyrst nevndu frágreiðing um skíggjatilmæli hevur eisini alment víst á,at ótálmað skíggjanýtslaeisinihevur negativa ávirkan á m.a. uppmerksemi, málmenning, sosialar førleikar, sjón, motorik, atferð og sálarheilsu.
Serliga er tað snildfonin og sosialu miðlarnir, ið fylla nógv hjá flestøllum, men allarmest hjá ungdómi og børnum.Tað er á sosialu miðlunum, at mesta skíggjatíðin verður nýtt.Sosialu miðlarnir hava latið dyr upp fyri ymiskum gagnligum, har tað t.d. er lætt at samskifta og halda sambond við líka, at finna onnur við somu áhugamálum o.s.fr. Tó, so eru sanniliga eisini avbjóðingar, ið m.a. kunnu elva til óhepna atferð, tungar kenslur o.s.fr.
Ein fesk, donsk kanning sumEpinionhevur gjørt fyri Red Barnet og TrygFondensigur, at 69% av 9-17 ára gomlum í Danmark hava upplivað talgildan ágang (digital krænkelse)ella hava havt óunniligar upplivingar (ubehagelige oplevelser) á netinum seinasta árið. Kanningin byggir á svar frá 4.171 børnum og ungum í hesum aldri. Bara síðani 2021, tá líknandi kanning varð gjørd, er talgildi ágangurin týðiliga vaksin –tá var hann 42%. So vítt undirritaði veit, hava vit í Føroyum ikki slíkar kanningar, men hugsandi er, at støðan ikki er ólík teirrií Danmark.Talgildi ágangurin inniheldur sambærtdonskukanninginim.a.: ógvisligar myndir og videobrot; útihýsing; happing; at vera fotograferaður ella filmaður uttan samtykki; at fáa fúlar og óhóskandi myndir sendandi; at verða avpressaður; atfremmand,vaksin fólk royna at fáa samband –eisini nevnt grooming.Kanningin sigur eisini, at børnini og tey ungu hava tað ikki lætt við at siga frá ella biðja um hjálp, tá slíkur ágangurfer fram, m.a. tí at tey halda, at slíkar ógvisligar upplivingar bara eru partur av tí at vera online, og tey vilja, duga ella tora ikki at siga frá.
Í innganginum til almennu skíggjaráðini verður m.a. sagt soleiðis: «Í 2020 gjørdi Gallup eina kanning fyri Fólkaheilsuráðið, ið m.a. kannaðiskíggjanýtsluhjá 526 føroyingum. Kanningin vísti, at 86 % av monnunum og 84 % av kvinnunum brúktu fleiri enn tríggjar tímar á skíggjum í miðal um dagin, tá ið nýtslan í sambandi við arbeiðið ikki varð tald við. Gallupkanningin vísir, at flestu føroyingar brúka skíggjafleiri tímar um dagin enn ráðiligt er sambært nýggju skíggjaráðunum.»
Ikki kann sigast annað, enn at støðan er álvarsom. Børnini og tey ungu í dag vaksa upp í einum heimi, har ið skíggjar, sosialir miðlar og spøl eru ein fullkomiliga integreraður partur av tilveruni. Tey kenna ikki til annað, meðan flestu vaksnu framvegis hóma ein barn-og ungdóm, har veruleikin var øðrvísi.Danskiserlæknin og rithøvundurin, Imran Rashid, ið hevur granskað nógv í talgildu vanunum hjá børnum og vaksnum, sigur m.a. soleiðisí einum podcasti: «Denne konstante opmærksomhed på skærmene resulterer i, at vi mister vores tilstedeværelse i livet. I stedet for at være mentalt til stede og refleksive, ender vi med blot at reagere på den næste stimulus, som fanger vores opmærksomhed. Dette har alvorlige konsekvenser for vores mentale sundhed og vores evne til at tænke frit.»
Sum nevnt, so er menningin á talgildu pallunum ómetalig, har stóru tøkni-risarnir stýra showinum, so at siga. Endamál teirra er fyrst og fremst at tjena pengar, og tað má sigast at eydnast í ríkiligt mát. Havandi í huga, hvørja ávirkan –bæði sinnisliga og likamliga –ovurhonds skíggjatíðin hjá fyrst og fremst børnunum og ungdóminumhevur, so er alneyðugt, at tey vaksnu –her ímillum eisini politiska skipanin –er árvakin og gera sítt til at verja og fjálga um uppvaksandi ættarlið í tøkniliga meldrinum. Ábyrgdin og uppgávan er ómetaliga stór og umfatandi, men samstundis so alneyðug. ÍSvøríki hava myndugleikarnir sett forboð fyri fartlefonnýtslu í fólkaskúlanum. Fyrr í ár fekk franski forsetin, Macron, handað eina frágreiðing, har niðurstøðan segði, at myndugleikarnir eiga at seta forboðfyrisosialum miðlum hjá børnum og ungum upp til18 ár. Frágreiðingin mælir eisini til, at børn upp til 11 ár als ikki skulu hava fartelefon, og at snildfonir skulu vera ólógligar fyri børn til og við 13 ár. Grundgevingarnar eru sambært danska TV2 m.a. at «De franske eksperter anbefaler ifølge The Guardian, at børn og unge i højere grad bliver "beskyttet for teknologiindustriens profitdrevne strategi for at fange børns opmærksomhed og tjene penge på dem".»
Sigast má, at talan er um rættiliga umfatandi tilmæli í fronsku frágreiðingini, og spurningurin er, hvat ið man vera rættast at gera. Higartil hava vit í Føroyum lagt okkum eftir at upplýsa og ráða til, og kanska er tað framvegis vegurin fram. Kanska ikki.Menningin við vitlíki er ófatilig, og veruleikin, sum vit hava kent hann, fer sannlíkt at broytast í stóran mun innan stutt tíðarskeið. Hvat ynskja vit sum samfelag? Skulu vit avmarka og útseta skíggjanýtsluna hjá okkara børnum og ungu sum longst? Taka vit frælsi frá teimum á henda hátt –ella geva vit teimum frælsi?
Umráðandi er at fáa eitt breitt politiskt kjak um hetta stórmál. Tískil verða hesir spurningar settir avvarðandi landsstýrismanni:
- Eru almennu skíggjaráðini frá 2021 eftirmett?
- Er nøkur kanning gjørd, sum leggur skíggjanýtslu hjá føroyskum børnum og ungum undir luppin? Um ikki, átti ein slík at verið gjørd?
- Veit man, hvørja ávirkan skíggjanýtsla og sosialir miðlar hevur á børn og ung?Um ja, hvør er ávirkanin?
- Eitt av hugskotunum til foreldur í almennu skíggjaráðunum frá 2021 var at bíða við at geva børnum snildfon til 14 ára aldur. Hvat heldur landsstýrismaðurin um hetta hugskotið, og hevur hann nakrar ætlanir um at gera meiri við taðm.a. við forboði?
- Eiga vit at styrkja talgilda dannilsið hjá børnum og ungum? Hvussu?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald