Politikkur

Skeyti undirskrivað til nýtt sambýli í Miðvági

Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, og borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, hava í dag skrivað undir skeyti fyri matrikul í Miðvági. Á hesum øki skal nýtt sambýli til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum byggjast.

2025-06-12 20:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Við støði í frágreiðingini “í góðum hondum” er talan er um eitt týðandi stig í arbeiðinum  at betra um bú- og tænastutilboðini kring landið, og geva fólki við serligum tørvi góðar karmar og eitt virðiligt og fjølbroytt lív, samstundis sum vit royna at loysa avbjóðingarnar við starvsfólkatroti á eldra-, heilsu-, almanna- og dagstovnaøkjunum.

Landsstýrismaðurin er glaður um, at arbeiðið í Vágunum nú av álvara kann fara í gongd, og fyri góða samstarvið sum hevur verið við kommununa:

Tørvurin er greiður, og við hesum  taka vit enn eitt fet í tilgongdini at skipa bú- og tænasturnar á almannaøkinum betur, so at bæði hús- og starvsfólk fáa góðar umstøður at virka og liva í.”-  sigur landsstýrismaðurin Eirikur í Jákupsstovu

Ein lendis- og skipanarætlan skal nú gerast fyri økið og verður boðin út í næstum. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder