Politikkur

Skattur og frádráttir, vinna og fólkavøkstur

Um eg fái ávirkan eftir valið, skal skatturin lækka enn meira, og barnafrádrátturin hækkast. Men fyri at hetta skal bera til uttan at ávirka vælferðina í kommununi, krevst ein greið ætlan fyri, hvussu hetta skal fremjast. Ein slík ætlan má leggja dent á bæði fólkavøkstur og menning av vinnuni.

2024-11-06 22:36 Author image
-
placeholder

Vit skulu lurta eftir okkara lokala vinnulívi, og hetta hava vit longu gjørt. Eitt av tí, sum hevur mangla, er eitt vinnuøkið, og hóast hetta nú er komið, er tað longu fult. Tí er neyðugt at gera eina ætlan fyri, hvussu vit kunnu víðka um vinnuøkið ella finna eitt nýtt øki. Vit skulu miðvíst arbeiða við at draga fyritøkur til kommununa, bæði privatar og almennar. Hetta hevur eydnast væl seinastu fýra árini, men arbeiðið skal halda fram við somu styrki.

Eisini er ætlanin um eitt íverksetarahús í Haraldstovu eitt týðandi stig fram. Smærri fyritøkur og einstaklingar kunnu leiga seg inn har, og vónin er, at við góðari ráðgeving og einum stuðlandi íverksetaraumhvørvi, kunnu fyritøkur spíra og vaksa til gagns fyri kommununa.

Ein sunnur fólkavøkstur er eisini av stórum týdningi. Enn er tað ikki eydnast at fáa gongd á íbúðarbygging, hóast verandi býráð hevur arbeitt nógv við málinum. Eini fimm íbúðir hjá Bústaðir eru tó gjørdar í Sandavági. Øki er avsett í Miðvági og Sandavági til endamálið, og arbeitt verður við møguleikum fyri leigubústøðum.

Vit hava eisini broytt treytirnar fyri grundstykkir og bíðilistan, sum fer at gera skipanina við grundstykkjasølu munandi lættari at umsita. Gamla reglugerðin gjørdi tað stundum trupult hjá borgarum at fáa grundstykkið, so hendan broytingin fer heilt víst at gagna borgarunum.

Hendan ætlanin, sum samantvinur fólkavøkstur og vinnumenning, fer at tryggja eina betri framtíð fyri okkara kommunu.

X við Borgaralistan

X við Bjarna Prior

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder