Samgongan hevur í samgonguskjalinum lovað ein skattalætta til lág- og miðallønt og sigur samstundis, at hann skal vera fult fíggjaður. Nú er uppskotið um skattalætta – ella skattaumlegging, sum tey kalla tað – so lagt fyri tingið saman við fylgiuppskotum, men móttøkan higartil hevur í besta føri verið lunkað. Ikki minst tey, sum vóru søgd at fáa størsta ágóðan av eini skattalækking – tey lág- og miðalløntu – hava funnist harðliga at uppskotinum fyri at raka skeivt.
Heldur ikki formaðurin í Maskinmeistarafelagnum heldur, at uppskotið gevur orsøk til stórar lógvabrestir. Eftir uppskotinum skal fiskimannafrádrátturin minkast og bæði uttanlandsfrádrátturin og samdøgurfrátturin fasast út.
Uttanlandsfrádrátturin er nú 30 prosent av inntøku, sum er forvunnin uttanlands, og samdøgurfrádrátturin er 300 krónur um dagin fyri inntøkur við norðurlendskum fiskiskipum undantikið grønlendskum. Eisini sjófólk, sum sigla undir danska DIS hava rætt til samdøgurfrádráttin.
- Tað verður latið við aðrari hondini og tikið við hinari, men ólukkan er, at hondin, sum tekur, tekur úr skeivum kassa. Uppskotið er ein syngjandi frammaná til maskinmeistarar, sum arbeiða og sigla uttanlands, og eg veit, hvørjar avleiðingar tað fær, tí tað havi eg ofta og týðuliga fingið at vita frá nógvum maskinmeistarum, sum sigla uttanlands – nevniliga, at verða teir verri stillaðir fíggjarliga í Føroyum, so flagga teir út, teir flyta av landinum, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Hann heldur tað eisini vera skeivt bara at taka sjómannafrádráttin av uttan at seta nakað í staðin.
- Tað sær út sum, at nógvir politikarar halda, at lívið umborð á øllum fiskiskipum er tað reina luksus, og at fortjenastan er í topp allastaðni. Men soleiðis er tað tíverri ikki. Tað er ikki av ongum, at heimaflotin fyri ein stóran part er mannaður við útlendingum, tí tað er ógjørligt at fáa føroyingar umborð. Og tað er tí, at talan er um eina ofta ússaliga fortjenastu, sum als ikki stendur mát við tað harða arbeiðið og ófýsnu arbeiðsumstøðurnar, sum enn eru gerandisdagur í heimaflotanum. Men nú skulu hesir bara skattast harðari, og tað er als ikki í lagi, sigur formaðurin.
Arnfinn Bech heldur, at uppskotið um skattaumleggingina kann gerast ein vanlukka fyri alla ta føroysku maritimu arbeiðsmegina og fyri alt samfelagið, um uppskotið ikki verður munandi broytt.
- Sjálvt fíggjarmálaráðfrúan og øll samgongan mugu ásanna, at okkurt er púra galið við hesum uppskotinum, tá yvirhøvur ongin er nøgdur. Enn havi eg so ikki hoyrt nakran siga, at hetta uppskotið er gott.
- Tað er stórt spell, at handalagið ikki er betri, tí yvirskipað er tað stak gott, at samgongan vil lækka lønarskattin. Og sjálvandi skal ein skattalætti fíggjast onkursvegna, men hetta, sum nú liggur á borðinum, fer at gera av við tann stóra mobilitetin, sum er í tí maritimu arbeiðsmegini hjá okkum, og sum er so virðismikil. Stóri mobiliteturin er ein fongur bæði fyri armbeiðsmarknaðin og førleikamenningina í okkara faki, leggur Arnfinn Bech dent á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald