At byrja við, tá ein viðarlund verður plantað, er tað við heilt smáum trøum. Hesar smáplantur verða settar heilt tætt, fyri at skapa lývd fyri, at trøini skulu trívast sum best og koma skjótt upp. Fyri at skapa góð livilíkindi fyri trøini, verður stórt arbeiði gjørt fyrstu árini, at verja tey og taka gras burtur frá teimum. Um grasið ikki verður tikið í gróðrartíðini, er grasið í beinleiðis kapping við trøini og brúkar ljós, tøðevni og vatn, sum trøini eisini hava brúk fyri at koma fyri seg.
At plantað verður tætt, gerð at tey vaksa skjótari, geva lívd fyri hvørjum øðrum, men samstundis kappast um pláss bæði í hædd og breidd.
Tá plantað verður tætt, er neyðugt at hugsa nøkur ár fram í tíðina og at hava eina t.d. 5 árs ætlan, so tá trøini eru komin til eina ávísa stødd, gerst neyðugt at taka nøkur trø burtur, um tey sum standa eftir skulu trívast sum best.
Um onki verður gjørt við at tynna út av trøum eftir nøkur ár, verður kappingin um ljós, tøð og vatn ov nógv fyri ein stóran part av teimum og trø doyggja burturav. Tá síggjast tey sum tunnir turrir ”pinnar” millum tey sum yvirliva, men tey sum enn eru á lívi, hava heldur ikki bestu umstøður at trívast.
Grøna toymið hjá Vága kommunu hevur í samráð við Skógrøkt landsins, gjørt nakað við at tynna í vetur. Hetta arbeiði er ikki liðugt enn, men verður hildið á fram.
Ætlanin er, at tá fyrsti partur av hesum arbeiðið er liðugt, fara vit at seta onnur sløg at trøum, runnum, staudum o.ø niður fyri at gera viðarlundirnar meira fjøltáttaðar. Hetta kemur vónandi at geva enn meira margfeldni við fuglalívið og øðrum kyknum.
Avskornu greinarar verða endurnýttar. Búgvi Róin, gartnari hjá Vága kommunu hevur gjørt eina roynd við greinagarði, eisini kent sum kvashegn, í viðarlundini í Miðvági. Avskornar greinar gerast bústaðir hjá fuglum og smádjórum, um tær verða gjørdar til eitt hegn ístaðin fyri at verða burturbeindar. Hetta er við til at økja um lívmargfeldi í viðarlundini og skapar lívd til bæði djór og menniskju.
Vága kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald