
Fimtinýggju (59) teirra sita enn fangar í Gaza! Vórðu hesi, GÍSLARNIR, nevnd, nú dupultmoralski jødahatandi felagsskapurin í gjár skipaði fyri stuðultiltaki fyri CIVILU íbúgvunum í Gaza. Vórðu tey nevnd, hesi sum í dag hava sitið í sekshundrað og tríati seks (636) dagar, flestu teirra í ómenniskjaligum, trongum tunlum, eyðmýkt, vanvird og pínd- bert tí tey eru jødar? Hvussu ofta vórðu tey nevnd á tiltakinum í gjár? Hvussu ofta nevndi KVF tíðindadeildin hjá Hamaz hesi í tíðindastreyminum í gjár og í dag- ella yvirhøvur síðani 7. oktobur 2023?
Hvør einasti av teimum tríati, sum gingu í gonguni í gjár, amnesty international um allan heim og KVF tíðindadeildin hjá Hamaz, vita, at í somu løtu gíslarnir, hesi neyðars óseku 59 fólkini, verða latin leys, so verður friður í Gaza! Hví siga tey onki um tað? Hví stríðist amnesty ikki fyri leysgeving teirra, hví stríðist ST ikki fyri hesum, hví tosar KVF tíðindadeildin hjá Hamaz ikki um hetta???
Nei einki fara Aksel Johannesen, løgmaður ella Siri Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, at taka lut í kóri teirra, sum í dag ganga á odda í alheims jødahatrinum. Tað álit hevur Miðflokkurin á teimum báðum- og teimum, sum standa aftanfyri tey! Ta vanvirðingina lata tey ikki falla á Føroyar og føroyingar.
Jenis av Rana, formaður Miðfloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald