Politikkur

Skálafjørðurin sera hart raktur

-

2023-08-04 14:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Havnastongsil fyri russisk skip
Á veg í Løgtingið í gjár sá eg eina óvanliga sjón. Runavíka havn skraltóm fyri skip. Ikki eitt skip at síggja fram við langa bryggjukantinum í Runavík.
Hendan sjón vísir heilt ítøkiliga, hvussu avleiðingarnar av førda politikkinum hjá sitandi samgongu ávirka okkum við Skálafjørðinum – heilt ítøkiliga.
Ein dyggur smeitur fyri økið her um leiðir, tí virksemið á havnalagnum hevur givið nógv av sær til m.a. veitarar og kommunukassa

Økta tøkugjaldið á alivinnuni
Samgongan hevur eisini økt munandi um tøkugjaldið á alivinnuni, ja so munandi, at nú er rættiliga ivasamt um langtíðarsáttmálar fyri liðugtgjørdar vørir av laksi verða gjørdir framyvir.
Sera framkomna góðskingarvirkið á Bakka, har uml. 300 fólk arbeiða, hevur sera stóran týdning fyri nógvar familjur, veitarar og kommunur.
Hendir tað, at virksemið á virkinum verður niðurlagað ella í ringasta føri steðgar upp, so verður tað ein sonn vanlukka fyri okkum her um leiðir.

Veiðugjald álagt heimaflotanum
So er tað heimaflotin og flakavinnan hjá okkum her við Skálafjørðin. Heimaflotin hevur verið, og er í tungum sjógvi, men hann fær eitt skot fyri bógvin.
Veiðugjald verður nú lagt á makrelin, sum heimaflotin frammanundan ikki hevur goldið, og er hetta steinur oman á byrðu. Hetta tyngir munandi um raksturin og ávirkar eisini flakavinnuna her hjá okkum og fer at hava sera neiliga ávirkan á hetta virksemi.
…………………………………
Jú, hesar avgerðirnar hjá samgonguni raka okkum við Skálafjørðin meint , bæði nú og framyvir – eingin ivi skal vera um tað! Eg vil loyva mær at meta, at vit eru harðasta rakta økið í landinum.
Men vit skulu ikki gloyma, at hesar avgerðirnar koma eisini at raka alt tað føroyska samfelagið meint!

Magnus Rasmussen,
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder