Politikkur

Skal sjómaðurin rinda fyri lønarlyftið?

Skal sjómannafrádrátturin flytast frá fakfeløgum fyri sjómenn til fakfeløg á landið?

2023-10-26 07:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyri einum mánaði síðani hevði Føroya Fiskimannafelag vitjan av øllum politisku flokkunum.Flokkarnir fingu kunning, frá formanninum, um hvat felagið helt um tær ymsu stuðulsskipanirnar, ið hava verið nevndar í almennu miðlunum.

Fíggjarmálaráðið hevur nevnt, at sjómannafrádrátturin er kr. 76 mill., men sannleikin er kr. 38 mill. netto.

Á sjálvum fundinum og eftir fundin góðu tingfólkini til kennar, at tey sum so ikki vóru ósamd um,  at sjómannafrádrátturin er tað einasta, sum sjómaðurin fær frá tí almenna.

Sjómannafrádrátturin hevur lutvís sín uppruna í norsk skattalóggávuni, har teir góðu og geva enn sjófólkið og fiskimonnum munandi frádrátt.

Í Føroyum varð sjómannafrádrátturin innførdur,  fyri at sjófólk ikki skuldu flyta til Noregs at sigla, men heldur sigla við føroyskum skipum og rinda skatt her. Tað hepnaðist sera væl.

Sjómaðurin rindar sínar egnu sjúkradagar:

Vit greiddu løgtingsfólkunum frá, at um sjómaðurin missir nakrar dagar á sjónum, t.d. av sjúku, so má hann rinda dagarnar sjálvur. Fólk í almennum størvum eru so heppin, at arbeiðsgevarin rindar teirra sjúkradagar.

Føroya Fiskimannafelag greiddi løgtingsfólkum eisini frá, at í løtuni eru heilt nógvir útlendingar umborð á okkara fiskiførum. Hesir útlendingar senda stóran part av inntøkuni til teirra heimland.

Um fíggjarligu umstøðurnar hjá føroyska ungdóminum bara gerast verri, í samband við at manna skipini, so fara útlendingarnir framhaldandi at mannað hesi og senda peningin av landinum, tá er lítið vunnið.

Tað sær út til at fíggjarnevndin arbeiðir við at avtakað sjómannafrádráttin, tað er fyri Føroya Fiskimannafelag heilt óskiljandi.

Skal lønarlyft til útvaldar bólkar gjaldast við sjómannafrádráttinum?

Vónandi hevur fíggjarnevndin ikki funnið peningin til “lønarlyftið” á kontoini hjá føroyska sjómanninum.

Um so er, at sjómannafrádrátturin skal nýtast til eitt til lønarlyft, so flyta teir sokallaðu arbeiðaraflokkarnir, Tjóðveldið og Javnaðarflokkurin peningin frá einum føroyskum løntakara, til ein annan føroyskan løntakara á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Hvønn svíkja teir tá? føroyska sjómannin og ongan annan!

Vegna Føroya Fiskimannafelag

Jan Højgaard, formaður 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder