Sjúrður Skaale spyr í dag uttanríkismálaráðharran, um nýggja verjuætlanin framvegis leggur upp til lágspenning í arktis og norðuratlantsøkinum.
- Um nýggja ætlanin hevur við sær meira hernaðarligt virksemi kring Føroyar, so vil eg vita, um Landsstýrið er hoyrt í hesum. Og eg vil vita, hvat fyri slag av virksemi, talan er um.
Í nýggju verjuætlanini verður nevnt, at Danmark stuðlar meira NATO-virksemi í Arktis og norðuratlantsøkinum. Hetta kann hava við sær, at fleiri ikki-arktisk limalond gerast meira virkin í økinum. Ætlanin leggur eisini upp til at styrkja NATO hernaðarliga og politiskt. Hetta samstundis sum ynskið um lágspenning stendur við.
- Hesi málini kunnu í ringasta føri stríða ímóti hvørjum øðrum. Tað týdningarmesta fyri allar partar - eisini fyri USA og Russland - er, at spenta støðan ikki eskalerar. Og fyri okkum, sum búgva í økinum, er friður og samstarv vegurin fram. Men sjálvandi skulu eftirlit og tilbúgving vera í lagi. Vit vita jú, at Russland hevur dubbað sera nógv m.a. á Kola-hálvoynni og aðrastaðni í økinum.
Fólkatingsmaðurin spyr tí eisini, um danski uttanríkismálaráðharrin sær spentu støðuna í Ukraina sum eina avbjóðing fyri tí samstarvi, sum annars hevur verið í arktiskum høpi. Og sum fyri tað mesta hevur verið semjusøkjandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald