Politikkur

Sjúrður og donsku dálarnir

Aftaná miseydnaðu ráðstevnuna í Løkshøll, fíggjað av donskum peningi, har borðreitt var við ivasomum útrokningum og tølum, hevur Sjúrður broytt taktikk.

2023-05-30 10:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Nú er hann farin í beinleiðis stríð við øll tey, sum hava eina øðrvísi hugsan um fiskivinnusamstarvið millum Føroyar og Russland enn hann sjálvur og danska stjórnin (Mette Frederiksen, Lars Løkke Rasmussen, Troels Lund Poulsen o.o.).
Fyrst var tað Jan Højgaard, sum stóð fyri skotum og nú Poul Huus Sólstein, tí teir ditta sær at vísa á, hvussu stóran týdning fiskivinnusamstarvið hevur fyri Føroyar.
Við øðrum orðum, ert tú føroyingur, sum varðar av inntøkum til Føroya land úr Barentshavinum, so verður tú sæddur sum fíggindi í hugaheiminum hjá Sjúrði og hansara harkaliði á Christiansborg.
Fyri at fáa undirtøku fyri donskum uttanríkispolitikki í Føroyum, er Sjúrður áhaldandi í stríðnum ímóti tí partinum av føroyskum vinnulívi, sum hevur sítt grundarlag í fiskivinnusamstarvinum ímillum Føroyar og Russland.
Hóast Sjúrður ásannar at - “tað verða ikki vit, sum steðga Putin”.
Grundgevingarnar fyri okkara samstarvi við Russland eru m.a., at samstarvið byggir á matvøruframleiðslu. At heimsins leiðarar staðiliga hava mælt frá, at seta tiltøk í verk móti matvøruframleiðslu og flutningi av matvørum, ávirkar ikki Sjúrð.
Alt í okkara fiskivinnusáttmála við Russland snýr seg um framleiðslu av matvørum og at umskipa og flyta matvørur til marknaðir kring heimin.
Hesa matvøruframleiðslu vil Sjúrður steðga fyri ein og hvønn prís, hóast hann veit, at matvørur/fiskur frá “blóðdálkaða stýrinum í Kreml”, sum hann tekur til, floyma inn á marknaðirnar í Bretlandi og ES.
Sjúrður er av føroyingum valdur inn á Fólkating og tí partur av einari skipan, sum seinastu árini, javnan hevur verið í vápnaðum stríði, bæði í Irak, Libya, Sýria og Afganistan. Tí er støðan og hugsanin um kríggj ein heilt onnur í Danmark enn í Føroyum.
Meðan danir senda krígsútgerð til Ukraina, sum hevði verið óhugsandi fyri føroyingar, senda vit neyðhjálp til fólki í Ukraina.
Tí og sjálvandi tí er føroyskur uttanríkispolitikkur ikki tann sami sum danskur uttanríkispolitikkur, hóast føroyskur uttanríkispolitikkur tíverri framvegis er undir donskum málsræði.
Hesum vilja Sjúrður og danskir politikarar ikki skilja. Endamálið er at fáa landsstýrið at føra neyvt sama uttanríkispolitikk sum Danmark, og sær hetta tíverri út til at eydnast.
Og ikki bara neyvt, men at Føroyar steðga øllum búskaparligum sambandi millum Føroyar og Russland, sum einasta land í heiminum, meðan Danmark og ES aldrin høvdu funnið uppá tað, tá ið hugsað verður um teirra ovurstóra samhandil við Russland, ið bara er vaksin síðan innrásina í Ukreina.
Ein kann tí seta sær spurningin, um Sjúrður ætlar at gera Føroyar til træl hjá Danmark og ES.
At føroyskar vinnuligar íløgur fyri umleið 1,3 milliardir krónur fara fyri skeyti og fleiri hundrað føroyskar familjur missa sítt fíggjarliga grundarlag, tykist ikki at nerva Sjúrð.
Trygdarpolitiska støðan viðvíkjandi Føroyum er tann sama sum áðrenn februar 2022, og tað er enn einki sum týður uppá at “tað fantastiska tíðarskeiði” ikki kann halda áfram, tí betur.
Føroyskur uttanríkispolitikkur verður bert virdur, tá vit hava okkara egnu støðu. Tá ið vit hava lagt okkum fram eftir rommum fyri dønum, bretum og ES, fáa vit onga virðing og ongar sømdir.
Tá verða vit føroyingar bara politisk kanónføði hjá teimum, gloymd og forfjónaði, sum fullkomiliga óviðkomandi uttan nakað virði og ávirkan yvirhøvur.
Vit eiga at standa fram og verja okkara búskaparligu áhugamál allastaðni, so at okkara tænastur til vælferð í Føroyum kunnu halda fram.
Sjúrður er í gongd við at krypla inntøkurnar til vælferðina í Føroyum.
Eg og mong við mær í Føroyum taka ikki undir við hesum danska stunti.
Og nú gloymdi dálararnar hjá Sjúrði á donsku fíggjarlógini, sum hann býtir út kring Føroya land árliga, sum gjald fyri at vera knæsett barn hjá Mette.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder