2024-03-23 11:42

Tað hevur verið frammi í eina tíð, at Sjúrðarberg hjá JFK skuldi seljast, og í februar mánað blivu 40 mans uppsagdir.
Í síðstu viku bleiv alment, at JFK hevur selt Sjúrðarberg til Thor í Hósvík.
Sjúrðarberg fór av Klaksvík tá ið klokkan var farin nakað av átta í morgun. Sjúrðarberg fer nú til Spania har tað skal umbyggjast. Hans Andrias Kelduberg, reiðari í Thor, sigur við jn.fo í morgun, at arbeiði at umbyggja skipið væntandi fer at taka tríggjar mánaðar.
Sjúrðarberg verður selt til eitt útlendskt felag, sum Thor í Hósvík er partur av, og skal royna eftir botnfiski við Uruguay og møguliga Afrika eisini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald