Politikkur

Sjúklingar skulu hava betri umstøður í Keypmannahavn

Uppskot til løgtingslóg um at útvega nýggjan bygning til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn, er lagt fyri Løgtingið.

2026-04-25 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Síðani 2012 hevur Sjúklingahotellið húsast á Venøgade á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Hesin bygningur rúmar ikki longur øllum sjúklingum og teirra avvarðandi, sum verða ávíst til viðgerðir í høvuðstaðarøkinum í Danmark.

Tí er nú farið er undir fyrireikingar, til at útvega ein nýggjan bygning til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Eitt hóskandi grundøki á Rådmandsgade, tætt við Ríkissjúkrahúsið, er funnið. Danski staturin eigur grundøki, og arbeitt verður við eini loysn, har Bygningsstyrelsen byggir ein nýggjan bygning, sum skal húsa Sjúklingahotellinum.

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, fegnast um gongdina:

Hetta er ein týðandi liður í at tryggja framhaldandi góðar karmar til føroyskar sjúklingar og teirra avvarðandi í Keypmannahavn. Eg eri serliga fegin um góða samstarvið, sum ger tað møguligt at finna haldgóðar loysnir. Endamálið við verkætlanini er at skapa nútímans og nøktandi karmar, sum samsvara við vaksandi tørvin á gisting og uppihaldi hjá føroyskum sjúklingum í Danmark.

Verkætlanin er í løtuni á einum innleiðandi stigi, har millum annað tørvslýsingin verður nágreinað, og ein byggiskrá verður gjørd. Áðrenn farið verður víðari, skal Løgtingið nú taka støðu til, um undirtøka er fyri at halda fram við fyrireikingunum, og harvið fara undir næsta stigið.

Í næsta stigi verða ítøkiligar loysnir og kostnaðarmetingar nágreinaðar – herundir húsaleiga. Tá hesar fyrireikingar eru lidnar, verður støða tikin til um verkætlanin skal fremjast.

Sambært lógaruppskotinum fær landsstýriskvinnan heimild til at samstarva við danskar myndugleikar um verkætlanina. Hetta er ein týðandi liður í at tryggja framhaldandi menning av tilboðnum til føroyskar sjúklingar í Danmark.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder