Ítróttur

Sjøtul settur á Bónus steypakappingina í flogbólti

- ‎Lagnudystur er longu í dag

2026-04-02 08:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bónuskappingin, menn:
Ternan – Fleyr 0-3 (16-25, 19-25, 18-25)

Fyrsti dysturin í steypakappingini hjá monnum varð spældur á Toftum í gjárkvøldið, har Fleyr vann 3-0 á Ternuni.

Í Ternuni vóru góðar vónir um eitt gott úrslit, tí tað var ímóti júst Fleyr, at Ternan í sínum allar seinasta dysti í landskappingigini vann sítt einasta stig. Men heilt so væl gekst ikki hesa ferð, hóast Ternan fylgdi nøkulunda við til 12-15 í fyrsta setti, men dragnaði síðan og tapti 16-25. 

Í øðrum setti legði Ternan seg á odda 18-17, men alt fór tó fyri mutur og skutur, tí Fleyr vann tey næstu sjey stigini á rað og fór framum 24-18, áðrenn settið varð vunnið 25-19.

Fleyr legði seg síðan á odda 11-4 í triðja setti, áðrenn Ternan gjørdi ein vørr og minkaði um munin til 9-12, men skjótt vaks munurin aftur, og Fleyr vann settið 25-18.

Í landskappingin hevur annars skorist rættiliga illa hjá Fleyr í ár, eins og tað gjørdi í fjør, men ivaleyst vóna teir kortini at gera sum í fjør, tá teir í steypakappingini tóku SÍ á bóli í hálvfinaluni og spældu seg í finaluna, har teir eisini mundu tikið Mjølnir á bóli, tá teir javnaðu til 2-2 í settum, men kortini kortini taptu javnbrótaran 15-6.

Kl. 13 í dag spæla ÍF og Mjølnir í Fuglafirði, og páskaaftan kl. 16 spæla SÍ og Ternan á Toftum.

Fýra tey fremstu liðini halda fram í kappingini og spæla hálvfinalur í Kollafirði 18. apríl, og finalan verður við Tjarnir flaggdagin 25. apríl.


Bónuskappingin, kvinnur:
Í steypakappingini hjá kvinnum eru níggju lið við í kappingini í ár. Umframt tey seks liðini í Hotel Djurhuus-deildin eru eisini fyrstudeildarliðini Ternan og Mjølnir, sum verður kallað Mjølnir b. Haraftrat luttekur eisini U16 landsliðið hjá gentum.

KÍF, SÍ, Ternan og TB eru í bólki 1, og Dráttur, Fleyr, Føroyar U16, Mjølnir og Mjølnir b eru í bólki 2. Eins og hjá monnunum fara fýra lið í hálvfinalurnar – tvey tey bestu úr hvørjum bólki – sum verða spældar í Kollafirði 18. apríl, og síðan verður finalan við Tjarnir leygardagin 25. apríl.

Lagnudystur í bólki 1 longu í dag
Longu í dag kl. 15 verður rættiligt brak í Kollafirði, har KÍF og TB bresta saman í tí, sum kann fara at vísa seg at gerast rættiligur lagnudystur. Um nýklakti føroyameistarin SÍ verður annað av liðunum úr bólki 1 í hálvfinaluni, so er bara eitt pláss eftir, og tí er sannlíkt, at tað verður vinnarin av dystinum í dag millum KÍF og TB, sum tekur hitt hálvfinaluplássið. 

Tó so, taparin hevur framvegis møguleikan, tí SÍ skal ikki vænta sær at vinna sínar dystir uttan svørðsslag, sum vit sóu í landskappingini, tá TB í Trongisvági fyrst í februar vann 3-0 á SÍ, og KÍF tvær vikur seinni í Sørvági tepurt tapti 3-2, har javnbrótarin endaði 17-15 til SÍ.

Í bólki 2 eru tveir dystir í dag. Kl 17 spæla Dráttur og verandi steypavinnari Mjølnir á Giljanesi, og kl. 19 spæla Fleyr og Føroyar U16 í Havn.


Flogbóltur verður stroymdur á https://www.tv.fo/beinleidis-flogboltur/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder