Kári Thorsteinsson skrivar á Facebook.
Gongd er komin á byggingina av Sjósavn og mentanarhúsinum í Vágum við staðsetingini á uppfyllingini við bátahylin í Sørvági.
Byggifelagið J.K. Petersen hevur byggingina undir hond og eftir tíðarætlanini og tá endaligt byggiloyvi er komið uppá pláss, væntast bygningurin at standa liðugur um gott eitt ár.
Ætlanin er, at ein kunningarfundur verður hildin, so fólk fáa eina nágreinliga kunning um verkætlanina.
Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við í hesi spennandi ætlan.
Mentanar- og sjósavnið í Vágum er eitt áhugafelag, ið er stovnað við tí endamálið at virka fyri at M/S Marna kann gerast ein livandi og verdugur karmur um okkara sjósøgu og mentanarligum fyritakssemi til gaman og álvara hjá ungur og gomlum.
- og økja tilvitanina millum ung og gomul og hvønn týdning sjógvurin enn hevur fyri
- okkara lívsvirðir í vinnu- og mentanarhøpi bæði á sjógv og landi.
- siglingarsøguna frá árabáti til nýmótast skipaflota
- týdningin bátar og skip høvdu og enn hava fyri samfelagið
- sjóvinnuna og týdningin hesin hevði og enn hevur fyri okkara lívsføri á hesum oyggjum
Øll skulu eiga og kunna gera brúk av húsinum alt árið undir skipaðum umstøðum m.a. við framsýningum o.ø. til:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald