Politikkur

Sjey miðlar fáa tilsamans 1,47 mió. kr. í miðlastuðli

Miðlastuðulin til skjalprógvaðar lønarútreiðslur fyri roknskaparárið 2025 er nú býttur. Tilsamans fáa sjey umsøkjarar stuðul, og samlaða stuðulsupphæddin er 1.470.000 krónur..

Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

2026-09-11 07:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Miðlastuðulin til skjalprógvaðar lønarútreiðslur fyri roknskaparárið 2025 er nú býttur. Tilsamans fáa sjey umsøkjarar stuðul, og samlaða stuðulsupphæddin er 1.470.000 krónur.

Játtanin til miðlastuðul er í alt 4,9 mió. kr. 30 prosent av játtanini verður nýtt til henda partin av miðlastuðlinum, svarandi til 1,47 mió. kr. Stuðulin verður býttur lutfalsliga millum umsøkjararnar eftir skjalprógvaðu lønarútreiðslunum fyri 2025.

Samlaðu lønarútreiðslurnar hjá teimum sjey umsøkjarunum eru 18.714.531,96 kr.

Stuðulin verður býttur soleiðis:

  1. Miðlar (Sp/f Miðlar): 515.976,57 kr.
  2. Sosialurin: 495.389,40 kr.
  3. Dimmalætting: 219.935,49 kr.
  4. Norðlýsið: 116.435,71 kr.
  5. VP: 72.086,47 kr.
  6. EYP: 27.150,00 kr.
  7. JN: 23.026,36 kr.

 Endamálið við miðlastuðlinum er at stuðla undir fjølbroyttum føroyskum miðlalandslagi og skapa betri karmar fyri journalistiskt og redaktionelt virksemi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder