Mentan

Situr tú seggur í oyðini høll - Eitt 100 ára minni um Jákup í Jákupsstovu

Tann 7. juli í ár vóru 100 ár liðin síðani Jákup í Jákupsstovu varð borin í heim vesturi í Sørvági. Hann fór alt ov tíðliga. Í 1976 – bert 53 ára gamalur.

2022-07-28 10:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Men í síni góðu hálvu øld á foldum var Jákup frá unglingsaldri ein heilt burturúr djarvur og gløggur undangongumaður og hugsjónarmaður. Alt ov lítlan heiður hevur Jákup í Jákupsstovu, eftir mínum tykki, fingið í føroyskari søgu, fyri sítt markabrótandi verk.

Fáur hevur í roynd og veru havt so stóran týdning fyri føroysk tjóðarrættindi, fyri føroyska samfelagsmenning, vinnu og fyri sosial livikor hjá føroysku verkafjøldini, sum Jákup í Jákupsstovu. Og fá hava ofrað so nógv persónliga til frama fyri felagsskapin og rættindini hjá fólkinum.

Hugsið tykkum: Bert 23 ára gamal og yngsti tingmaður nakrantíð tá, tordi Jákup einsamallur at krevja fólkaatkvøðuna um framtíð Føroya tann 14. september í 1946. Og tá ið allir politisku flokkarnir lupu frá sínum lyftum, eftir at fólkið hevði valt loysing. Og sambandsflokkarnir bóðu donsku stjórnina og kong um at senda Løgtingið til hús. Og løgreglan og eitt danskt herskip høvdu fingið boð um at handtaka fólkavald tingfólk, um tey framdu sínar ætlanir.

Tá møtti Jákup í Jákupsstovu einsamallur upp á tingi tann 27. september í 1946. Til ein lógliga innkallaðan tingfund um at staðfesta loysingina og fara undir at byggja sjálvstøðuga tjóð í javnjóðis samstarvi við Danmark. Ongin annar tingmaður (tað vóru bert menn tá) tordi at møta upp. Teir sótu heima og tagdu.

Kona Jákups – megnarkvinnan Edith í Jákupsstovu – hevur so livandi greitt frá: At stuðlarnir hjá Jákupi, sum høvdu ferðast kring landið áðrenn fólkaatkvøðuna og grundgivið fyri loysingini, møttu á áhoyraraplássunum í tinginum henda dagin. Tey sungu orðini hjá Janusi Djurhuus fyri honum, har hann sat einsamallur í tingsalinum:

“Situr tú seggur í oyðini høll,

einastur eftir av mongum...”

Fyri at standa við fólkarættin í Føroyum, varð Jákup í Jákupsstovu eksluderaður úr sínum flokki og segði harvið frá sær ein tryggan tingsess. Og hann segði seinni frá sær eitt trygt og vællønt embætismannastarv sum sýslumaður í Vágum.

Jákup broytti søguna og veruleikan

Og hetta kundi so alt bara verið deyð søga og steypareyp. Men tað gjørdist tað á ongan hátt.

Jákup arbeiddi víðari politiskt og samfelagsliga. Hann tók stig til at stovna Tjóðveldisflokkin. Hann fór inn í fakfelagsarbeiði, samfelagsarbeiði og blaðarbeiði. Hann varð valdur í stjórnina í Føroya Arbeiðarafelag og gjørdist skrivari í Fiskimannafelagnum. Hann gjørdist blaðstjóri á Fiskimannablaðnum og varð við til at byrja og skriva í blaðið 14.september. Hann fór upp í Listafelagið og Rithøvundafelagið. Og hann granskaði og gav út eitt vísindaligt stórverk, sum varð viðurkent í Bretlandi: “Kor fiskimanna í Føroyum”. Umframt at hann granskaði og skrivaði verkið “Føroysk fólkanøvn”.

Vit geva okkum neyvan far um, hvussu stóran týdning gerðirnar og hugsjónirnar hjá Jákupi hava havt fyri okkum og fyri komandi ættarlið.

Føroya søga og okkara menning og møguleikar í landinum, høvdu sæð heilt øðrvísi út, var Jákup í Jákupsstovu ikki og broytti søguna og veruleikan.

Sýslumaður og tingmaður

Jákup fór, sum so mangur tá, blaðungur til skips í 30’árunum. Men fór síðani til Danmarkar at lesa búskaparfrøði, bert 17 ára gamal. Annar Veraldarbardagi brast á. Og har – avbyrgd undir krígnum – hittust hann og Edith úr Lamba, sum við so djúpari sorg varð vorðin einkja við tveimum synum. Tey giftust, hann ættleiddi synirnar, og Edith og Jákup fingu síðani seks døtur.

Eftirkrígslok fluttu tey beint heim til Føroya. Har varð Jákup settur í sýslumansstarvið í Vágunum. Og blaðungi sørvingurin fór eisini beint inn í politikk. Stillaði upp til Løgtingsvalið í 1945 og varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í Vága valdømi. Sum yngsta fólk á tingi nakrantíð.

Hann kundi sostatt sett seg upp afturá sum danskur embætismaður við góðari løn og pensjón. Og hann kundi sitið í einum tryggum tingsessi. Men tað gjørdi hann ikki. Hóast átta børn og munnar at forsyrgja.

Jákup kravdi fólkarætt og fólkaatkvøðu

Bert eitt gott ár var Jákup í Jákupsstovu valdur tingmaður á Føroya Løgtingi. Frá 1945 til 1946. Og júst hetta árið var tað, at danska stjórnin saman við sambandsflokkunum í Føroyum royndi at trumla eitt uppskot ígjøgnum tingið um at gera Føroyar til ein danskan landslut, stýrt av einum donskum landshøvdingi.

Men Jákup, sum annars varð valdur inn fyri Javnaðarflokkin, ið stuðlaði danska uppskotinum, segði nei! Hann kravdi fólkarætt í Føroyum og ikki danskan statsrætt og yvirvald. Hann góðtók als ikki, at danska stjórnin saman við føroyskum flokkum á tingi tóku avgerðir yvir høvdið á føroyska fólkinum – sum aldri varð spurt ella hevði góðtikið danskt vald og danska grundlóg í Føroyum (og hevur tað heldur ikki tann dag í dag). Tann 23 ára gamli Jákup kravdi fólkaatkvøðu um rættindi og støðu føroyinga sum tjóð.

Harvið mistu sambandsflokkarnir í Føroyum sín tepra meiriluta á tingi fyri at avsiga sjálvsavgerðarrættin hjá Føroya fólki og leggja okkum fult og heilt undir Danmark. Og ístaðin skuldi nú fólkið eiga avgerðina um Føroya framtíð á fólkaatkvøðu 14. September 1946.

Fólkaatkvøðan varð so skipað sum ein hóttan, eftir kravi frá sambandsflokkunum og donsku stjórnini: Antin skuldi Føroya fólk atkvøða seg inn undir Danmark og gerast ein danskur landslutur við ongum sjálvsavgerðarrætti – ella kundu vit atkvøða fyri loysing (ið varð sett fram sum ein ræðumynd um kvetting og kubbing og avbyrging).

Jákup fór saman við mongum øðrum inn í Føringafelag. Tey ferðaðust í hvørja bygd í landinum og góvu tilfar út, har tey løgdu greitt fram um tjóðarrættindi, fólkaræði, egna grundlóg, vinnumøguleikar, sosialar skipanir, útbygt infrakervi, mentan, útbúgving og altjóða samstarv, sum kundu vinnast við at gerast sjálvstøðug tjóð.

Og teirra arbeiði var heilt avgerandi fyri, at ein meiriluti av Føroya fólki valdi loysing. Og harvið noktaði at siga ja til at gerast ein danskur landslutur við einum víðkaðum kommunalum sjálvstýri. Allir politisku flokkarnir í Føroyum tá og danska stjórnin vórðu púra skelkað av úrslitinum. Tey høvdu roknað við, at í mesta lagi 10% høvdu atkvøtt fyri loysing, meðan restin fór at atkvøða seg undir Danmark.

[object Object]

Bjargaði tjóðarrættindum okkara

Hevði Føroya fólk atkvøtt fyri danska uppskotinum, so varð uttan iva alt stríð og tos um tjóðarrættindi og sjálvsavgerðarætt í Føroyum fokið. Danmark hevði tá boðað Sameindu Tjóðum frá, at Føroya fólk hevði sjálvt valt at melda seg inn í Danmark og at gerast ein landslutur sum Bornholm ella Amager.

At so politisku flokkarnir sviku øll síni lyfti, noktaðu at fremja úrslitið og ístaðin trumfaðu eina danska heimastýrislóg ígjøgnum tingið, uttan nakra nýggja fólkaatkvøðu, vita vit øll. Men gerðirnar hjá Jákupi gjørdu, at Føroya fólk hevur ongantíð frásagt sær síni tjóðarrættindi ella lagt seg undir nakað annað land.

Tí hevur tjóðskaparstríðið hildið fram, og hevur saman við sosiala, mentanarliga og vinnuliga strevinum fyri javnrættindum, vunnið okkum alt tað, sum vit í dag kunnu semjast um, er grundarlagið fyri okkara menning. Men sum tá høvdu so øgiliga mótstøðu ímóti sær.

Uttan Jákup í Jákupsstovu, vóru Føroyar helst líkar Hetlandi í dag. Eitt fólk uttan fólkaræði og stjórnarstovnar. Uttan egið mál, egnan samleika og egna mentan. Uttan fakfeløg og felags rørslur. Uttan mál og mið. Standandi í stað. Uttan tjóðskaparliga, sosiala og vinnuliga megi til broyting, framburð, javnstøðu og javnari livikor.

Høvdu føroyingar slept fólkarættinum, vóru vit spakuliga fánað burtur. Tí øll okkara størstu framstig hava vit framt við at standa uppá okkara tjóðarrættindi sum fólk og at leggja tey stikini niður, sum heimastýrislógin og danskur statsrættur saman við føroyskum flokkum, støðugt hava roynt at gyrða um okkum.

Sum Jákup segði og helt fast við: Evsta lóg og vald í einum landi, er fólkið og teirra avgerðir á fólkaræðisligari grund. Ikki politikarar, flokkar ella fyritøkur og einstaklingar, sum afturfyri peningaligan ella annan stuðul úr Danmark, góðtaka og leggja seg undir imperialistiska hugsan og logikk. Og billa okkum áhaldandi inn, at “hetta er veruleikin” og “at ein meiriluti á tingi hevur samtykt tað”, og tí er tað í lagi! Fólksins vilji er grundlógin og , skrivaði Jákup.

Takk og lov fyri, at hann tordi. Tó at vit vita, at tað kostaði Edith, børnunum og familju so nógv baks og mótstøðu.

Rættindi hjá verkafólki og fiskimonnum

Jákup stillaði upp á uttanflokkalista í 1946, og hóast eitt gott persónligt val, varð hann ikki valdur á ting. Tað hevði hann verið, um hann stillaði upp fyri ein flokk.

Hann brúkti síðani alla orkuna at stovna Tjóðveldisflokkin og fór inn í stjórnina hjá Føroya Arbeiðarafelag. Og hann gjørdist skrivari í Fiskimannafelagnum og blaðstjóri á Fiskimannablaðnum.

Saman við Erlendi Paturssyyni og øðrum stóð hann á odda fyri stóru fiskimannaverkføllunum í 50’unum, har Erlendur varð dømdur í geglið fyri at forða verkfalsbrótarum at fara til fiskiskap. Og teir stuðlaðu fiskimonnum at eiga egin før og ígjøgnum Samvinnufelag Fiskimanna at keypa og selja sjálvir uttan millummenn. Eisini gjørdi Jákup eitt stórt arbeiði at eggja monnum at gera bátar út til Grønlandsútróður, sum bjargaði mangari bygd og mongum húski í 50’unum og 60’unum – ikki minst vesturi í Vágunum.

Tey rættindi og teir sáttmálar, sum Jákup saman við Erlendi og Fiskimannafelagnum vunnu fiskimonnum, eru í roynd og veru bara versnað síðani. Jákup og Erlendur fingu somuleiðis umvegis Tjóðveldisflokkin samtykt minstulønarskipanini og minstaforvinningin. Og teir vóru oddvitar í at fáa føroyska fiskimarkið flutt út á fyrst 12 fjórðingar og síðani 200 fjórðingar – og at halda Føroyar uttanfyri ES.

At arbeiða fyri tey fáu ella tey mongu

Eg ørminnist bert Jákup, sum eg havi hitt hjá ommu og abba sum smádrongur. Men eg hevði ta stóru gleði at kenna Edith væl, tí hon og omma vóru vinkonur. Og síðani hitti eg hana í tjóðveldisrørsluni, eftir at eg fór inn í politikk. Edith náddi høgan aldur, og andaðist í 2012, 95 ára gomul.

Edith greiddi mær frá mongum um fólkaatkvøðuna í 1946 og um kvinnustríð, stættastríð, mentan og um tjóðarbygging. M.a. havi eg ongantíð gloymt, hvussu hon legði dent á, at Føroyar vóru eitt púrasta óútbygt og sosialt órættvíst land undir donsku amtsstøðuni. At tað var ikki fyrr enn vit sjálv tóku ábyrgd, virdu okkum sjálv og okkara mentan og sjálv tóku avgerðirnar, at Føroyar fóru at menna seg sum tjóð og samfelag og livikorini betraðust. Og hon greiddi frá, hvussu nógv tað kravdi av teimum sum hjún og sum familja, at Jákup stóð við sítt stríð.

Jákup kundi sitið í tryggum, fastløntum starvi sum sýslumaður í Vágunum. Hann kundi lagt seg undir donsku kravboðini og krøvini frá sínum táverandi flokki og havt ein tryggan tingsess í mong harrans ár. Hann kundi valt at verið minni ágangandi saman við Erlendi Paturssyni í at stríðast fyri korum og rættindum fiskimanna og hjá verkafólki. Hann kundi við sínum góðu førleikum rikið reiðaravirksemi fyri seg sjálvan, heldur enn at arbeiða í felag fyri at útgera fátækar útróðrarmenn úr øllum landinum at fara á grønlandsútróður við egnum bátum. Hann kundi havt granskað og skrivað um mangt annað enn kor fiskimanna og verkafólksins.

Men tað valdi hann tíbetur ikki.

Politikkur og samfelagsviðurskifti og hugsjónir eru ikki so torgreidd, sum vit ofta fáa trúttað niður í okkum. Tú kanst arbeiða fyri serrættindi hjá teimum fáu og fyri egin áhugamál og tú kanst brúka tína orku at billa fólki inn, at øll eiga ikki at hava somu rættindi og møguleikar í samfelagnum og í heiminum. At summi hava framíhjárætt til ríkidømi og ognir. Og at summar tjóðir ella fólkasløg hava ein søguliga ella guddgivnan rætt at leggja aðrar tjóðir undir seg og hava valdið á øðrum.

ELLA tú kanst arbeiða fyri felagsskapin og fyri javnrættindi. Fyri universellar hugsjónir. Fyri áhugamál og rættindi hjá tjóðini og felagsskapinum. Fyri javnrættindi millum fólk og tjóðir, uttan mun til, hvussu ymisk, vit eru. Fyri upplýsing og fólkaræði, har fólk sjálv kunnu taka egna støðu og ikki krúpa fyri valdsharrum, ið siga seg eiga allan rættin.

Tað kostar persónliga bæði kensluliga, sosialt og materielt.

Og júst hetta seinna gjørdi Jákup í Jákupsstovu, og vann okkum tí ómetaligar møguleikar.

Sum eg havi skilt, so savnaðist tann so fólkaríka, fagra og fjøltáttaða Jákupsstovufamiljan á 100 ára degnum at fagna og minnast Jákup og Edith. Tey skaptu lív og kor og líkindi fyri onnur. Tað sama hava teirra mongu eftirkomarar gjørt.

Takk fyri tykkara strev og stríð fyri land og tjóð og javnrættindum millum fólk.

Høgni Hoydal

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder