Ítróttur

Simon: Hetta verður størsta uppgávan hjá okkum

Privatu miðlarnir, sum eru staddir í Basel í Sveis, hava havt ein telefonfund við Simon Olsen, hjálparvenjara á føroyska liðnum.

2024-12-03 10:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 17 í dag bresta Føroyar og Danmark saman. Danmark hevur spælt seg víðari úr bólkaspælinum, og tí kann væntast at Danmark fer at spara onkrar at lyklaleikarunum. Tó skulu Danmark vinna um tær skulu hava fult stigatal víðari í millumrundina.

- Hetta verður størsta uppgávan hjá okkum. Danmark hevur góðar spælarar á øllum plássum, og tí koma vit undir trýst. Tað er nógv sum skal rigga fyri at vit fáa eitt gott úrslit í dag. Vit vóna at verju og málmansspælið kemur at vera líka gott sum ímóti Sveis og Kroatia, og vit fara at royna at spæla skjótálop. Vit skulu fáa mál uppá teir møguleikarnar ið vit hava, sigur Simon.

Agnar Prestá frá Portal.fo spurdi hví Annika verður skift út við Rakul.

- Vit vænta at tað koma fleiri nærskot, og tí byrjar Rakul í dag. Tær hava báðar spælt væl í kappingini.

Tær ið byrjar inni í dag eru:

Málverji: Rakul Wardum

Vinstri vongur: Turið Arge Samuelsen

Vinstri bakkur: Súna Krossteig Hansen

Miðja: Jana Mittún

Høgri bakkur: Maria Pálsdóttir Nólsoy

Høgri vongur: Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen

Stika: Pernille Brandenburg

Í verju skifta Súna, Jana ella Maria við Brynju Høj.

Tær ið ikki eru við í hópinum í dag eru Marita Mortensen og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe.

Dysturin ímóti Danmark byrjar klokkan 17:00 føroyska tíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder