2025-06-14 11:00

Neistin: “Eg valdi at koma heim aftur til Neistan, tí tað er her eg kenni meg heima. Eisini sær hópurin sera spennandi út og vísti sera nógva framgongd gjøgnum árið í fjør, og hettar er ein sera stór orsøk til, at eg valdi at koma heim aftur”, greiður Silja Arngrimsdóttir Müller frá.
Silja Arngrimsdóttir Müller hevur seinasta árið spælt við Valur í Íslandi. Har vann føroyski landsliðmálverjin tvey gull heiðursmerki – fyrst European Cup, sum fyrsta íslendska kvinnulið nakrantíð, og síðani íslendska meistaraheitið.
Neistin fegnast tí sjálvsagt um, at Silja hevur valt at koma heim aftur at spæla í bláum og gleða okkum til at síggja hana í málinum hjá Neistanum aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald