Politikkur

Sigur landsstýrið veruliga nei til 70 mió?

Ætlanin um at byggja nýtt, stásiligt sjósavn var fyri stórum bakkasti, tá landsstýriskvinnan í hósdagin í Degi & viku gjørdi greitt, at landið ikki stuðlar ætlanini á fíggjarlógini. Hetta merkir helst, at landið missir 70 mió. Tað tykist ein margháttlig raðfesting.

2024-10-05 11:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

45 mió eru longu fingnar til vega av savnaðu 113, og stórur áhugi er frá grunnum og øðrum at stuðla verkætlanini. Eisini er øll føroyska sjóvinnan við, har nógvar av stóru vinnufyritøkunum hava latið stóran stuðul og givið skrivlig viðmæli.

Men allir útlendsku grunnarnir vilja tryggja sær, at stuðul er frá landinum. M.a. vitjaði stjórin í einum av størstu grunnunum sjósavnið hósdagin, og hóast hann var serstakliga jaligur, spurdi hann: hvar er landið í hesum? So vantandi stuðulin frá landinum kann forkoma øllum, meðan sjálvt ein minni játtan hevði kunna prógvað, at landið er við.

Tær fingnu 45 mió eru allar tíðaravmarkaðar. So tær fella eisini burtur, um fíggingin ikki fæst til vega skjótt.

70 mió skulu ætlandi koma frá útlendskum stuðulsveitarum. Tær eru tí ein beinleiðis innspræning í landsbúskapin. Lønarparturin ísbv. verkætlanina einsamallur er eitt stað millum 30-40%, svarandi til 40 mió. Skatturin til landið er 41%, tað vil siga 16,2 mió. beint aftur í landskassan.

At landið sigur nei takk til 70 mió er óskiljandi. Var tað ein útreiðsla, var tað skilligt, nú landið skal spara, men hví sigur man nei til 70 mió? Vit heita á landsstýrið, Fíggjarnevnd og løgtingið um at umráða seg.

Og her verður als ikki komið inn á stóru møguleikarnar, eitt nýtt sjósavn skapar upp á sikt. Eri staddur í Ålesund, har eg vitji stóra Atlanterhavsparken, ið árliga hevur fleiri enn 200.000 vitjandi, hóast tað liggur í einum býi, ið ikki er nógv størri enn Havnin.

Dánial Hoydal, nevndarformaður í Føroya Sjósavni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder