Elsa Berg og Tráin Petursson Nónklett, frá felagsskapinum “Veðurlagslóg Nú”, skriva í lesarabrævi, at landsstýrið hevur einki gjørt í sambandi við veðurlagspolitikkin. Fyri at fáa henda boðskapin at passa til teirra veruleika, siga tey, at eg havi onga ávirkan havt á, at tvær vindmyllulundir nú koma upp. Hesum fari eg at afturvísa, tí eg havi veruliga havt mítt stríð fyri at fáa hesi málini avgreidd. Elsa og Tráin eru bæði fyrrverandi forfólk í Unga Tjóðveldi, og um tey vilja hoyra hvat teirra egni flokkur hevur sagt um meg, løgmann og vindmyllulundirnar, so kunnu tey fara inn á heimasíðuna hjá Løgtinginum at lurta. Har er nógv áhugavert at hoyra.
Fyri summi snýr veðurlagspolitikkur seg um signalpolitikk, har stóri spurningurin er, hvussu nógv uppskot eru samtykt í løgtinginum. Fyri onnur snýr tað seg um, hvørji verulig framstig eru hend á økinum.
Størsta framstigið í hesum valskeiðinum er, at ein vindmyllulund er reist í Suðuroy og tvær eru á veg í Suðurstreymoy, og harumframt er eitt biogassverk farið at framleiða elorku. Hetta eru átøk sum veruliga fara at gera mun. Samstundis eru fólk farin, sum ongantíð fyrr, at leggja um til aðrar orkuloysnir enn olju.
At Elsa Berg og Tráin Petursson Nónklett, hava politiskan áhuga í at siga, at útlátið hevur ongantíð verið so stórt sum í hesum valskeiðinum, skilji eg væl. Størsti vøksturin í útlátinum var í undanfarna valskeiði, tá teirra egni flokkur umsat orku- og umhvørvismál, og ikki ein einasta vindmylla varð reist. Nýggjastu tølini, sum eru frá 2021, og tí ikki hava stóru nýggjastu vindmyllulundirnar við, vísa, at stóri vøksturin er longu avhæsaður.
Mitt í lesarabrævinum finnast Elsa og Tráin at tí, at løgtingið í hesum valskeiðinum hevur fingið nýggjan oljutanga. Tað er ein løgin atfinning. Spyr heldur hvør í síni tíð tók støðu til, at løgtingið skuldi hitast við olju. Vanligt viðlíkahald er als ikki líka spennandi. Annars boðaði løgmaður frá á ólavsøku, at alt Tinganes nú fer at verða hita við sjógvi. – Vit handla, meðan onnur finnast at.
Eg haldi at fleiri av átøkunum sum tey mæla til í lesarabrævinum hava ongan møguleika fyri at fáa politiska undirtøku:
At senda fólk í hagan at tippa áir, soleiðis at ein størri partur av haganum fer at liggja undir í vatni, fyri harvið at binda CO2, fær ikki politiska undirtøka – heldur ikki um ein onnur samgonga kemur framat. Tað sama er galdandi fyri teirra uppskot um at seta forboð fyri at lýsa við sølu av kjøti. Fólk kunnu droyma um slíkt, men hatta er ov langt frá tí politiska veruleikanum, sum vit liva í.
Nei lat okkum heldur gera veruligar broytingar sum muna, og tað ger sitandi samgonga.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald