
Hava tit ítróttareftirskúla í tonkunum eftir loknan fólkaskúla?
Vit vita, at foreldur og ungdómur hava stórar dreymar og mál innan ítrótt.
Ein kunning við Anders Friis, sum hevur 15 ára royndir sum eftirskúlalærari á ISI efterskole og drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari. Anders fer at deila sínar royndir og geva innlit í, hvussu ítróttareftirskúlar kunnu menna og stuðla ungdóminum í teirra ítróttarligu og persónligu menning.
Hvør er Anders Friis? 41 ár Eftirskúlalærari og hondbóltsvenjari á ISI Efterskole seinastu 15 árini Talentchef fyri BSH (Bjerringbro/Silkeborg Håndboldklub, sum spælir í bestu mans deildini) Ass. Landsliðsvenjari hjá Grønlandi Fyrrverandi landsliðsvenjari hjá Grønlendska kvinnulandsliðnum Fyrrverandi ass. venjari fyri ligakvinnuliðið í Ikast Håndboldklub Fyrrverandi DHF starvsfólk á ungdómssíðuni DHF útbúgvin diplom håndboldtræner.
Tiltakið verður í SÍF húsinum 4. mars klokkan 17:15 Kunningin tekur umleið 20 minuttir Høvi verður at seta spurningar aftaná.
Vit gleða okkum at síggja tykkum! SÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald