
FSF: VFA-Hanner Stadion í Vilnius verður karmur um føroysku dystirnar, tá U17 landsliðið við gentum í komandi mánað fer til Litava, har EM undankapping er á skránni.
Føroyar eru í bólki B5, saman við Írlandi og Litava. Fyri føroyska liðið ræður fyrst og fremst um at fáa eitt so gott úrslit sum tilber, og sum vónandi kann hava við sær, at okkara gentur spæla í deild A seinni í ár.
Men kappingin í Litava er eisini góð fyrireiking til EM endaspælið fyri U17 gentur, sum verður í Føroyum í mai mánað.
Eyðvør Jakobsen er venjari hjá U17 gentunum, og saman við hjálparvenjaranum, Jákupi Mortensen, hevur hon úttikið 18 spælarar til EM undankappingina í Litava.
Hópurin
Lilja Debess av Teigum, B36
Sigrið Hansdóttir, B36
Leona Kjærbæk Djurhuus, HB
Halla Morgan Ejdesgaard, HB
Tóra Vatnhamar Olsen, HB
Elin Elmelund Hansen, HB
Hanna Ellefsen, HB Køge (Danmark)
Nita á Lakjuni, ÍF
Eyðna Ólavsdóttir Gaard, KÍ
Karla Sjóstein, KÍ
Sára Kristiansen, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Kára Askham Sigurðsson, KÍ
Margreta Elisdóttir í Buð, KÍ
Sara Benjaminsen, Skála
Anna Katrina Poulsen, Skála
Hansina Nesá, Víkingur
Bjørk Akselsen, 07 Vestur
Mikudagin 12. mars klokkan 13:00 spæla Føroyar og Írland, og leygardagin 15. mars klokkan 12:00 spæla Føroyar og Litava.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald