Ítróttur

SÍ vendi 0-2 til 3-2 ímóti Fleyr og er í steypafinaluni

Bónuskappingin, menn – hálvfinala:SÍ – Fleyr 3-2 (20-25, 25-27, 25-16, 25-18, 15-6)

2026-04-18 18:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fleyr mundi aftur í ár tikið SÍ á bóli í hálvfinaluni í steypakappingini í flogbólti, eins og teir gjørdu í fjør, men hesaferð megnaði SÍ at koma afturíaftur og venda hóttandi 2-0 tapi til 3-2 sigur. 

Lítið veiggj var í SÍ fyrstu tvey settini, sum Fleyr vann 25-20 og 27-25, men móti endanum á øðrum setti var SÍ kortini um at fáa um endan og í tí girinum, sum SÍ var í tá, stendur Fleyr teimum ikki kurl. 

Sjón gekk fyri søgn í triðja setti, har SÍ legði seg á odda 9-1, áðrenn settið varð vunnið 25-16. Heldur ikki fjórða sett gjørdist spennandi, og SÍ var á odda frá byrjan til enda og vann 25-18.

Í javnbrótaranum sást skjótt hvønn veg tað bar, tí eftir 2-2 vann SÍ níggju stig á rað og legði seg á odda 11-2, áðrenn Róar í Haraldstovu gjørdi tað til 15-6 við einum reinum serviessi.

Í hinari hálvfinalu møtast ÍF og Mjølnir. 

Finalan hjá monnum verður spæld við Tjarnir leygardagin 25. apríl kl. 14

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder