2024-11-04 07:17
Fleyr – SÍ 1-3 (26-24, 8-25, 19-25, 23-25)
SÍ klintraði í gjár upp á toppin í Hotel Djurhuus-deildini við 3-1 sigri á Fleyr, sum nú er eitt stig aftanfyri SÍ og hevur eisini spælt ein dyst meira.
Fleyr vann fyrsta sett, eftir at SÍ annars hevði lagt seg á odda 10-3 eftir góðar servur frá Sissal Ellevsdóttir, harímillum tvey serviess, men við eins góðum servum frá Honnu Andriasdóttir Olsen og Maritu Emmu Heinadóttir sníkti Fleyr seg framum 16-13. SÍ javnaði tó aftur og fór framum 24-22, men Fleyr yvirlivdi báðar settbóltarnar og vann ístaðin 26-24.
SÍ gjørdi síðan eitt ódnarlop í øðrum setti og fór framum 6-0 og við ikki minni enn fýra essum í seks servum frá Sissal Ellefsdóttir, gjørdi SÍ enn eitt lop frá 7-2 til 13-2, og uppaftur fimm stig á rað gjørdu tað til 18-3, áðrenn SÍ vann 25-8.
Við fimm stigum á rað í triðja setti megnaði Fleyr at minka um munin frá 8-14 til 13-14 og fáa spenning í aftur, men løtan var stokkut, og brátt vann SÍ sær trygga leiðslu aftur og settið 25-19.
Fjórða settið gjørdist harafturímóti veruliga spennandi, og liðini skiftust um at vera á odda við einum og tveimum stigum, og soleiðis gjørdist støðan 23-23. Tá vann SÍ teir teir báðar avgerandi bóltarnar og settið 25-23.
TB – KÍF (25-22, 18-25, 22-25, 22-25)
Við 3-1 sigri í Trongisvági fór KÍF trý stig framum TB á stigatalvuni og legði seg á fjórðaplássið, eitt stig aftanfyri Mjølnir.
Á dómaseðlinum hevði TB-venjarin Gudrid Nolsøe einans átta leikarar at velja ímillum, meðan venjarin hjá KÍF, fyrrverandi TB-venjarin Arthur Djurhuus Poulsen, ikki hevði minni enn 14. Hetta sást kanska eisini í summum av settunum, har TB ikki megnaði at halda fast í greiðum leiðslum.
Fyrsta sett var spennandi, har TB hevði yvirvág fyrstu løtuna og legði seg á odda við fýra stigum. So líðandi tók KÍF kortini yvir og fór framum 20-16, men við framúr góðum endaspurti javnaði TB til 20-20 og vann settið 25-22.
TB var eisini leingi á odda í øðrum setti, til 13-12, men seks bóltar seinni var KÍF farið framum 18-13 og vann trygt 25-18.
Tá ið TB hevði lagt seg á odda 20-15 og 22-17 í triðja setti, tóktisk tað at vera komið undir land, men við átta stigum á rað var tað kortini KÍF, sum vann settið 25-22.
TB var aftur leingi á odda í fjórða setti, tó ikki við meira enn tveimum stigum, men eftir 9-9 hevði KÍF hug at slíta seg leyst og legði seg á odda 14-10. TB gjørdi tó ein vørr aftur og fór framum 18-16, men heldur ikki hesaferð rakk tað, og kollfirðingar javnaðu til 19-19 og fóru framum 23-19 og vunnu settið 25-22.
Dráttur – Mjølnir 0-3 (16-25, 15-25, 20-25)
Við pliktsigri á Drátti heldur Mjølnir fast um triðjaplássið, eitt stig frammanfyri KÍF.
Støðan í Hotel Djurhus-deildini:
Støðan í Hotel Djurhus-deildini:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | SÍ | 3 | 7 | 9 |
2 | Fleyr | 4 | 4 | 8 |
3 | Mjølnir | 4 | 3 | 7 |
4 | KÍF | 4 | 0 | 6 |
5 | TB | 3 | -2 | 3 |
6 | Dráttur | 4 | -12 | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald