Ítróttur

SÍ vann 3-2 á Mjølni í fyrstu FM-finaluni hjá monnum

Polestar-deildin, fyrsta FM-finala:SÍ – Mjølnir 3-2 (25-15, 17-25, 23-25, 25-12 og 15-12)

Mynd: Jens Kr. Vang / portal.fo

Mynd: Jens Kr. Vang / portal.fo

2026-03-22 22:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Menninir hjá SÍ vunnu í dag 3-2 á Mjølni í fyrstu FM-finaluni, sum varð spæld á Giljanesi.

Spælið hevur mangan verið betur, men fimmsettarar er tó altíð spennandi, hóast tey einstøku settini í dag vantaðu spenning.

SÍ vann lættliga fyrsta settið 25-15, áðrenn Mjølnir líka lætt vann 25-17 og 25-23 í øðrum og triðja setti. Síðan sveiggjaði pendulið aftur hinvegin, og SÍ vann fjórða settið 25-12.

Í javnbrótaranum var støðan 6-6, tá ið SÍ mest sum avgjørdi dystin við at vinna fimm bóltar á rað og leggja seg á odda 11-6 og síðani 14-11. Mjølnir yvirlivdi teir tveir fyrstu dystarbóltarnar, men tann triðja sló venesuelski Jhonlenn Cruz Barreto Pena í blokkin hjá Mjølni og í gólvið, so SÍ vann 15-13.

Onnur FM-finalan verður spæld í Klaksvík mikukvøldið. Vinnur SÍ, so er SÍ føroyameistari. Vinnur Mjølnir, so verður ein triðja og avgerandi finala spæld á Giljanesi næsta leygardag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder