2025-01-25 20:06
FBF: Við sigri móti oddaliðnum SÍ kundi TB komið ájavnt í stigum við Fleyr á øðrumplássi, men tann vónin livdi bara til 8-8 í fyrsta setti, tá TB gjørdi fleiri óprovokeraðar feilir, og SÍ legði seg á odda 18-10. Við smassji frá Evu Gunn Niclasen í blokkin og út vann SÍ settið 25-15.
Í øðrum setti var tað næstan bara SÍ, sum servaði, og støðan gjørdist 19-1 til SÍ, eftir at TB ikki fekk bilbugt við servunum frá tveimum av bestu servarunum í Føroyum, Jannu Falkvard og Sissal Ellefsdóttir. Aftur hesa ferð tók Eva Gunn Niclasen sær av settbóltinum, einum lobbara, sum TB ikki fekk uppaftur, og so var settið vunnið 25-5.
TB raknaði við aftur í triðja setti og fylgdi við til 9-10, men so vann SÍ átta av teimum næstu níggju bóltunum, so støðan gjørdist 18-10. Dystarbóltinum – sum SÍ átti níggju av – tó Janna Falkvard sær av: eitt serviess, og so varð 25-18.
Næsti dystur hjá SÍ er ikki fyrr enn 15. februar, tá aftur ímóti TB, men í Sørvági, og vinnur SÍ tann dystin, so er finaluplássið tryggjað.
Í morgin kl. 13 tekur Fleyr, sum er nr. 2, ímóti Drátti, sum higartil einans hevur vunnið eitt sett í kappingini.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | SÍ | 10 | 24 | 28 |
2 | Fleyr | 9 | 9 | 19 |
3 | KÍF | 11 | -1 | 17 |
4 | TB | 11 | -1 | 16 |
5 | Mjølnir | 11 | -2 | 13 |
6 | Dráttur | 10 | -29 | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald