Ítróttur

SÍ er steypavinnarar hjá Gentum 12

Fyrsti dystur í Bónus Steypafinalunum fyri yngri, var millum SÍ og TB.

2025-02-08 14:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

SÍ kom væl frá byrjan og kom væl framum á stigatalvuni í fyrsta setti. Tá TB fingu fleiri góðar bóltar á rað, valdi venjarin hjá SÍ at  taka einasta Time Out í dystinum. SÍ vann greitt fyrsta sett 25-10.
Í øðrum setti fylgdust liðini frá byrjan. SÍ genturnar servaðu væl og TB genturnar høvdu fleiri ferir góðan blokk.  Men, so fóru TB genturnar at stríðast við móttøkuni og SÍ vunnu at enda greiðan 25-18 sigur.

Harvið vann TB silvur og SÍ Gull.

Dagsins leikari bleiv: Fríðrún Nøkkvadóttir frá SÍ
 
TB leikarar:
Sirið Helena Agnarsdóttir
Julia Roest
Linda Renédóttir Thomsen
Emma Berg Jespersen
Erika Mortensen
Malan Brattalíð
Susan Mayanai Bærendsen

SÍ leikarar
Lilja Guttesen
Vanja Kristiansdóttir Magnusen
Rebekka Johnsdóttir Magnusen
Sólvá Fróðadóttir Reynskor
Lilja Ruth Ebenezersdóttir
Danielle Alexandra Jørgensen
Súsanna á Stongum Venned
Hanna Høgnadóttir
Fríðrún Nøkkvadóttir
Glóð Hentze Haraldsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder