2026-10-19 21:08
Til hagapartarnar sum ynskja at luttaka í seyðasýnigini í ár.
Seyðurin skal innskrivast Í húsinum hjá Sundsmonnum, við Oyragjáarvegin millum klokkan 08:00 og 09:30
Gjaldið er 100,- kr fyri hvønn seyðin.
Tað skal gjaldast við reiðum peningi til Jonhard Joensen ella Allan Joensen, áðrenn sýningin byrjar.
Spjaldur við nummari á, skal koyrast á seyðin, og seyðirnir skulu blandast inn í rúmini. Ein røktari úr hvørjum haga skal útfylla ein lista, sum hann fær frá Jonhardi ella Allan. Listin sigur hvat nummar seyðurin er, hvønn lit hann hevur, og so skal viðkomandi skriva hvørja premiu seyðurin hevur fingið, tá ið seyðurin er sýndur. Tá ið alt hetta er útfylt, skal listin latast til Jonhard ella Allan, so teir kunnu fáa eitt avrit.
Tað er bara hagaseyður, sum hoyrir til luttakandi hagan, sum sleppur at luttaka í kappingini. Annar brundseyður t.d undan heimaseyði ella fremmandur brundseyður kunnu sýnast, men luttaka ikki í kappingini.
Hvør luttakandi hagapartur skal lata eitt fat við smurdum breyði v/viðskera (uml 15 flísar), og eina lítla skuffukøku ella smákøkur. Vit ynskja at hava tað í seyðhúsinum kl. 12.00 leygardagin.
Sýnsmennirnir hesaferð vera úr Sandoynni.
Skráin fyri dagin er hendan:
10.00 Seyðasýning byrjar
12.00 Smyrjibreyð, kaka, kaffi og te
17.00 Heit suppa og okkurt kalt afturvið
Steypahandan tá tað er liðugt.
Seyðurin skal vera avheintaður í seinasta lagi á middegi dagin eftir!
Vit gleða okkum til ein hugnaligan dag
Vága Kommuna hevur stuðlað tiltakinum.
Vegna hagastýrini í Rangagjógv, Giljum og Oknadali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald