Ítróttur

Seyðahundkappingin Faroese National á Viðareiði í vikuskiftinum

Seinasta kappingin fyri kappingarárið 2025-2026 er á Viðareiði leygardagin og sunnudagin. Leygardagin er innleiðandi og 7 teir fremstu koma í finaluna sunnnudagin.

2026-03-13 07:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Kappingarárið endar nú, so her skulu vit bæði finna FM vinnarin og vinnarin av Faroese National. Faroese National er eisini ein kvalifikatiónskapping, sum allar hinar kappingarnar, men at vinna Faroese National er ein eyka heiður. Hetta kann kanska lýsast sum steypakappingin í fótbólti. 

Spenningur er um hvør kemur á landsliðið. Tað eru 4 teir fremstu hundarnir sum koma at umboða Føroyar til EM í Belgia í august, og 3 teir fremstu sum koma at umboða Føroyar til HM í Skottlandi í septembur. 

Tummas Jacobsen við Moss og Jónstein Petersen við Gripi hava longu tryggja sær pláss, teir eru ávíkavist nr. 1 og nr. 2. 

Hini bæði plássini, har er alt opið. 3 stig eru á muni ímillum 3. og 4. pláss og aftur 3 stig á muni frá nr. 4 til nr. 7. 

Alt hettar kunnu tit lesa meira um á https://hundar.fo/kappingar-arid-24-25-2/ 

Fyrireikingarnar  hava verið alla vikuna og bóndin og hansara fólk hava heinta seyðin heim. Umstøðunar hjá bóndanum eru góðar í allar mátar. 

Vit vilja takka bóndanum fyri alla vælvild og hjálp sum vit fáa frá honum. 

Seyðahundasamband Føroya 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder