Vinna

Sev og Minesto dagføra og endurnýggja keypsavtalu

Prísavtalan millum Minesto og Sev er endurnýggjað og dagførd.

2024-06-11 07:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Prísstøðið er dagført fyri at avspegla virðismetingina av sjóvarfalsorku í framtíðar orkusamansetingini í Føroyum.

Avtalan, sum upprunaliga varð gjørd í 2020, er endurnýggjað við gildi tey komandi tvey árini, eftir at orkumyndugleikin hevur góðkent avtaluna.  

Avtalan umfatar elframleiðsluna frá trimum orkuverkum í Vestmannasundi og er framhald av fyrstu avtaluni av sínum slag, har orka frá serstøku tøknini hjá Minesto verður keypt.

“Dagførda prísavtalan er á einum støði, sum undirstrikar virðið av sjóvarfalsorku í føroysku orkusamansetingini”, sigur Martin Edlund, stjóri í Minesto.

“Vit eru fegin um at endurnýggja keypsavtaluna”, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá Sev. “Vit vóna, at sjóvarfalsorka fer at kunna spæla ein týðandi leiklut í føroysku orkusamansetingini og í okkara stremban eftir at náa 100% burðardyggari elframleiðslu í 2030.”

SEV

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder