Vinna

Sethúsaprísirnir hækkaðu nærum 10% í fjør

Sethúsaprísirnir hækkaðu nærum 10% í fjør.

2025-02-26 13:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Betri Banki skrivar:

Hóast renturnar hækkaðu nógv í 2022 og 2023, fluttu bústaðarprísirnir seg ikki stórvegis hesi árini.
Nú renturnar eru lækkaðar fýra ferðir seinasta hálvárið, sæst hetta aftur á sethúsamarknaðinum, har prísirnir aftur ganga uppeftir.
Tú kanst lesa nýggjastu bústaðargreinina hjá okkum á http://www.betri.fo/.../february/nyggjasta-bustadargreinin
 

4,2 milliónir fyri eini sethús í Tórshavn

Í fjør kostaðu eini sethús í Tórshavn 4,2 milliónir krónur í miðal. Tað er 9% meira enn í 2023, tá miðalprísurin var 3,8 milliónir krónur.

Fyri restina av landinum var miðalprísurin 2,2 milliónir krónur í fjør, samanborið við 2 milliónir krónur í 2023. Tað er ein vøkstur á 10%.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder