Mentan

Setanarrøðan hjá Bjarna Prior

Góðu bygdafólk, vágafólk og gestir

2024-07-13 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er mær ein stórur heiður at hava fingið uppgávuna at seta Vestanstevnuna 2024 í Sandavági. Tað er altíð ein gleði at síggja, hvussu nógv fólk savnast til Vestanstevnu, og at vit sleppa at uppliva alt tað, ið stevnan hevur at bjóða.

Vestanstevnan er ein stevna, har vit koma saman at fagna okkara felags mentan og stoltleika sum bygd. Eg vil takka fyriskiparunum fyri at hava givið mær møguleikan at seta hesa stevnu, í tí sum nú er vorðin mín heimbygd. Hetta er síðsta tíðarskeiðið hjá mær í hesi setuni í býráðnum, men fyrsta stevnan vit hava í bygdini síðani eg tók við, tí COVID steðgaði síðstu stevnu her í Sandavági. Stóra tøkk til Sandavágs Ítróttarfelag og øllum tykkum sjálvbodnu, sum fyriskipa Vestanstevnuna, og eitt stórt herðaklapp til okkara starvsfólk á tekniska økinum. Tað, at vit saman taka hesi tøk, ger tað møguligt at hava eina slíka stevnu.

Vestanstevnan er meira enn bara ein stevna. Hon er eitt vikuskifti, har vit koma saman sum bygdarfólk at fagna felagsskapinum og okkara felags søgu og upphavi.

Sandavágur er ein gomul og siðbundin bygd, rík við søgu. Vakra kirkjan við reyða takinum er ímyndin av Sandavági. Kirkjan verður nógv avmyndað og vitjað, og tað er har, Rúnarsteinurin stendur, sum boðar frá, at Sandavágur er gamal staður. Løgmansgarðurin á Steig boðar frá eini tíð, har teir sum ráddu fyri borgum høvdu sína dagligu gongd. Heili 17 løgmenn høvdu sín bústað í bygdini. Ættfaðir móðurmálinum, V.U. Hammershaimb, føddist á Steig, og ein av Føroya virknastu rithøvundum, Jens Pauli Heinesen, vaks upp í bygdini.

Bátasmíð er gamalt føroyskt handverk og gomul mentan, sum vit eiga at varðveita. Báturin hevði og hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Hesum vístu sandavágsmenn hegnisliga á síðsta summar, tá bátur aftur varð smíðaður á Steig. Tað var Sandavágs Bygdasavn og Sandavágs Fornminnafelag, sum stóðu fyri hesum megnarátaki. Somuleiðis varð frálíkt bókaverk um hetta siðbundna handverk skrivað av mentamonnunum Heina F. Petersen og Jan Erik Simonsen. Tað var ein heiður til mentanarvikuna Maisól fyri nøkrum vikum síðan at kunna heiðra Heina F. fyri hansara ótroyttiliga arbeiði og trúgva tænastu mentanini at frama.

Báturin og virking av fiski í bygdini hevði stóran búskaparligan týdning. Hóast hesi ikki hava sama búskaparligan týdning í dag, sum fyrr, er tað ein gleði at síggja, hvussu framsøkin fólk duga at føra hesa siðbundnu mentan víðari í nýggjum hami. Økið úti á Gjógv, við kaféini á Fiskastykkinum , fundarhølinum úti á Gjógv, og snøgga fiskastykkinum uttanfyri, hava skapt ein nýggjan mentanarligan orkudepil, har søga, matur og samvera minna okkum á fortíðina og vísa okkum inn í framtíðina.

Man veit hvat klokkan er sligin um morgunin, tá gongukonunar, ótroyttiligar, í øllum veðri fara frá húsum, og ganga túr í bygdini, fyri síðan at steðga á í Haraldsstovu og drekka ein kopp kaffi, har

tær práta og loysa heimsins trupulleikar. Um ikki so leingi, fara vit vónandi at síggja menn á sama hátt flokkast í kjallaranum í Hentzarasapakkhúsið, har teir seinastu mánaðirnar, sjálvbodnir, hegnisliga hava sett kjallarin í stand, og innan leingi munnu vera komnir á mál.

Ein av grundsúlunum fyri at skipa eina bygd og eina kommunu, har øll trívast, eru tey sjálvbodnu, sum leggja síni virðir, tíð og kunnleika í at arbeiða og skipa fyri ymiskum góðgerandi, mentanarliga, ítrótti og frítíðarvirksemi, umhvørvi, heilsu og mangt annað, sum styrkir um tann góða felagsskapin. Hesi fólkini og áhugafeløgini hava ein týdningarmiklan leiklut í at ríka okkara samfelag, og stuðla við at møta tørvinum hjá ymiskum fólkum – yngri sum eldri, einstaklingum, bólkum og samfelagsløgum.

Vit eru rík í kommununi. Tað finnast fleiri enn 18 frítíðar- og ítróttarfelagsskapir í kommununi. Hesi leggja stórt arbeiði í at menna okkara børn og ungu borgarar. Vit skulu minnast til, at okkara mentan og felagsskapurin í okkara samfelag ikki er statiskur, men møðist og tillaga seg við tíðini. Hesi evnini at tillaga og broyta seg, eru tað, sum ger okkum sterk. Vit skulu øll kunna vera her, vit eru øll borgarar, og geva øll okkara íkast til tað samfelagið, vit liva í. Vit skulu vera opin fyri nýggjum hugskotum, vera nýskapandi, men vit eiga eisini at undrast yvir okkara søgu, okkara samtíð og framtíð.

Eg vil enn einaferð takka tykkum øllum, ið dagliga ósjálvsøkin geva ein part av tykkum, so onnur kunnu hava ein innihaldsríkan dag. Her hugsi eg bæði um

tað stóra sjálvbodna arbeiðið, ið dagliga fer fram í okkara kommunu, men eisini tykkum, ið dagliga geva nakað av tykkum sjálvum á tykkara arbeiðsplássi, fyri at okkara kommuna og samfelag kann fungera. Tit eru orsøkin til, at man kann hava eina kommunu.

At tað skuldi falla mær í lut at seta eina vestanstevnu í Sandavági, kennist eitt sindur løgið, og samstundis eri eg sera errin av at fáa tann heiður. Eg veit, at eg eigi eina ommu, ið hyggur niður á meg í verandi løtu og smílist, heilt víst eisini errin. Hon hevði heilt víst ikki vænta, at ommusonurin nakrantíð fór at seta vestanstevnuna í heimbygd síni, og ommusonurin var samdur, lìka til nú.

Heimbygd síni sigi eg, tí hetta var sera týdningarmikið fyri Ommu. Sjálvt um hon treivst sera væl í Miðvági, so hevði Sandavágur eitt heilt serligt pláss í hjarta hennara, og allar tær góðu søgurnar vóru eisini frá tíðini í Sandavági. Omma var fyrsta barn, ið varð doypt í Sandavágs kirkju, og tað skal ikki vera nøkur loyna, gleðin var sera stór í Miðvági, tá kirkjan í Sandavági aftur fekk reytt tak. Hetta var hátíðarhildið við einum biltúri til Sandavágs.

Eisini fekk eg møguleikan at vísa ommu, hvar eg hevði keypt mær grundstykkið, men tað skilti hon einki av – at vilja seta búgv millum neytini, tí tað er har tey plagdu at ganga... og tá visti hon ikki, hvørjar grannar eg fekk, so tað var helst mjólkineyt hon meinti við.

Eg gleði meg at síggja allar kappróðrarbátarnar á vánni í morgin, hesin vakri báturin, sum hevur fingið nýggjan týdning fyri okkara samfelag og mentanararv.

Føroyski báturin, eins og tjóðbúnin, hevur vunnið sær tign millum yngra ættarliðið. Samstundis hevur ungdómurin hjá okkum ríka traditión at vinna heiður og æru í kappróðri, og eg fari at ynskja øllum okkara manningum bestu eydnu, og vóni tær hvør sær náa síni persónligu mál, ið eru sett fyri dagin. 

Hetta er eisini tíðin har pisurnar eru floygdar av skúlabonki. Okkara framtíð! Lærdómur er lættur at bera, sigur orðatakið, og eitt gott miðaltal í próvnum er gott at hava og kann geva atgongd til røttu útbúgvingarnar.

Men tað eru tey persónligu málini sum vit seta okkum, sum hava størsta týdningin. Persónlig mál er tað sum hevur størsta týdningin, bæði tá tað ræður um ítrótti, lærdómi, frítíð og í lívinum fyri so vítt. 

Eg fari at heita á allan okkara ungdóm, um ikki at lata ein karater seta tykkum ì ein bás og ikki lata meiningar hja øðrum halda tykkum aftur.

Hard work beats talent, hart arbeiðið vinnur á talenti.

Seti tykkum persónlig mál, og ikki vera bangin fyri at fylgja teimum.

Eisini vil eg vil heita á tykkum øll um at taka ein virknan lut á Vestanstevnuni, og lata tykkum inspirera av tí, tit síggja og hoyra. Latið okkum fagna okkara samfelag og styrkja okkara bond til hvønn annan. Vísa okkara takksemi til teirra, sum hava lagt alla teirra frítíð og orku í at fyriskipa hesa stevnu fyri okkum øllum at njóta.

At enda vil eg takka tykkum øllum fyri at vera møtt her í dag. Saman eru vit sterk og fjølbroytt. Sum eitt træ við hópin av greinum og bløðum, skapa vit hesa bygdina, kommununa og felagsskapin. Latum okkum nýta høvið hetta vikuskiftið at draga fram okkara felags virðir og saman skapa eina framfýsna og fevnandi framtíð fyri okkum øll.

Tað er okkara skylda at verja og varðveita okkara siðir til komandi ættarlið, so tey eisini kunnu uppliva sama stoltleika og gleði av at vera ein partur av okkara samfelag og kommunu.

Við hesum orðum er Vestanstevnan 2024 hervið sett.

Takk fyri, og góða Vestanstevnu!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder