Politikkur

Serskipanir

Í uppskonum um nýggja skattaskipan, vísir landstýrið at tey halda Føroyar vera heimsins nalva.

2023-11-16 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í uppskonum um nýggja skaaskipan, vísir landstýrið at tey halda Føroyar vera heimsins nalva.

Føroyingar hava í nógv meira enn 100 ár verið við á altjóða arbeiðsmarknaðinumm, fyri at vinna sær og sínum l lívsins uppihald. Vísan Vaagen er yrkt í 1894, og longu tá høvdu føroyingar verið uanlands í ára*ggju. Fyrst í Bretlandi (Hetlandi) og seinni l lands í Íslandi.

Vit taka fult undir við orðunum hjá Kierkegaard, at «sorrig og glede, de vandre tilhobe». Vit hava havt hungursár og góð ár vid skiftandi millumbilum. Gablatídina, 30 árini og bankakrakkini í 50’unum og 92, hava øll hoyrt um ella kent til á egnum kroppi. Tí hevur tað verði sera umráðandi, ja lívsneyðugt, at arbeiðsmarknaðurin ikki hevur verið avmarkaður bert til at fevna um at arbeiða ella sigla í Føroyum. Og politiska skipanin hevur sæð týdningin, at fólk eru farin aðrastaðni at fáa royndir og inntøkur. Og talan hevur ikki bara verið um menn, í Vaagen hoyra vit

«Dreingir og gentur í hundraðtali ta ferðina skuldu gera»

Men nú tekur tann poliska skipanin *verri burtur alt, sum er arbei upp síðan tey seinastu meira enn 100 árini, um hendan nýggja skaaumskipanin verður samtykt, væl at merkja. Føroyingar í útlondum eru o<a í altjóða kapping vid kinverjar, filippinar, australiarar o.s.fr. Landstýrið hevur kanska gloymt at útlendskir arbeiðsgevarar leggja vern í, hvat landstýrið ætlar. Um føroyingar skulu hava meira í løn fyri at hava tað sama e<ir, so sigur tað seg sjálvt at søgan vid føroyingum, sum starvast uanlands skjó verður ein saga blo.

Landstýrið sigur beinleiðis í uppskonum l skaaumlegging at FAS og DIS, eru í beinleiðis kapping við allan heimin, og * ikki eru umfatað av skaaumleggingini. Tað er at gleðast um. Men hvat við teimum sum eisini eru í altjóða sigling undir NIS, NOR ella aðrari skipan? Eiga hesi ikki at hava somu møguleikar? Skulu landsins myndugleikar ikki leggja l ræGs fyri einum Hølbroyum arbeiðsmarknaða, við so nógvum beinum, sum lber, heldur enn at reka fólk l NOR, DIS og FAS?

Hví skulu Vinnuháskúlin og Sjónám útbúgva fleir 10 tals skipsførarar og maskinmeistarar hvørt ár? Tað er ongin orsøk l at útbúgva l arbeiðsloysið. Vit * minkandi fiskiskipaflota og lítla handilsskipaflotanum vit hava í Føroyum, er ikki neyðugt at útbúgva skipsførarar og maskinmeistarar. Á fiskiskipum er bert neyðugt at hava skiparaprógv. Á øllum skipum, ið hava undir 3000 kw maskinorku er bert maskinistprógv ei krav. Vinnuháskúlin kostar um 24,2 mió. og Sjónám 3,8 mió., tá hugt verður í Lggjarlógaruppskoð fyri 2024. Hendan upphæddin kundi verið minkað munandi, um skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingin vóru spardar burtur. Tað eru sjálvandi nøkur reiðaríir, sum hava skip, har skipsførara- og maskinmeistaraprógv eru kravd, har kundu reiðaríini se eina aspirantskipan í verk og skúla teimum uanlanda.

Vit eru ikki limir í ES ella EØS, tað merkir, at vit innan ES eru at meta sum kongolesar, uruguayanar, nýsælendarar, tibetanar o.s.fr....Tí er tað er so spakuliga blivið alt trengri hjá okkum, og heldur enn at lata hurðarnar upp, so føroyingar sleppa út, so vilja tey lata aftur. Vit hava fólk, sum starvast í 

m.a. Írlandi, har stóru fyritøkurnar, sum Google, Apple, Meta, Microsoft o.s.fr. halda til, tí har eru bestu treytirnar. Hesir føroyingar hava, sum er, trupulleikar, og teir gerast ikki minni við hesum uppskotinum. Hesi fólkini kunnu gerast byrjanin til eina nýggja vinnu, men við hesum uppskotinum doyr hon í føðingini.

Fyri at venda aftur til Vaagen, so spurdist eitt kjak burturúr, og eftirtíðin hevur sannað, at yrkjarin, Jóan Petur uppi í Trøð, fekk rætt, tá hann segði «Hvør veit, um eg ikki kann ugga meg við, at ríma Andrasar verður gloymd, men „Vaagen“ goymd?“.

Lat okkum vóna, at landsstýrið tekur annað skinn um bak, og sleppir hesum uppskotinum, so vit ikki fara at sanna, at ávaringarnar vóru rættar.

Vit skilja á ein hátt argumentið fyri at avtaka serskipanir, tí her eru serskipanir í ovurmát, sum tryggja nøkrum, men ikki øðrum. Har serliga tey í umsitingini fáa ágóðar, sum onnur bara kunnu droyma um.

Serskipaninar fyri barsil, har summi fáa væl meira enn onnur, summi fáa feriu seinni, um tey gerastsjúk í feriuni, við fullari løn sjálvandi, yvirdádigu eftirlønirnar hjá politikkarum og aðalstjórum, oyðsli við almennu pengunum á Glasi, H-bygninginum o.ø, ein stór umsiting o.s.fr. o.s.fr.

Lat okkum hyggja at serskipanum, men lati okkum fyri einaferð skyld byrja í rætta endanum.

Nevndin í Antares

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder