
Ein trygg - og so bílig sum gjørlig - streym veiting, er av ovurhonds stórum týdningi bæði búskaparliga og tøkniliga fyri allar borgarar og vinnuna í Føroyum. Týdningurin fyri framtíðar menningina á flest øllum økjum í Føroyum er ógvuliga nær tengdur at, hvørjar framtíðarætlanir SEV hevur og hvussu væl SEV verður rikið framyvir.
Tí hevur SEV eftir mínum tykki tørv á eini væl kvalifiseraðari nevnd, sum til eina og hvørja tíð hevur nøktandi førleikar og evnir at arbeiða við framtíðar útbyggingar ætlanunum hjá SEV bæði á tí tekniska og búskaparliga økinum.
Ein slík nevnd má til eina og hvørja tíð kunna sparra leiðsluna í SEV á øllum økjum og framtíðarætlanum, sum hava alstóran týdning fyri framtíðar menningina av føroyska samfelagnum.
Tíverri hevur tað higartil hevur verið siðvenjan, at SEV nevndarposturin hevur verið ein handilsvøra eftir hvørt býráðs-/bygdarráðsvalini kring landið, fyri at fáa kabalin at ganga upp, og fáa eina samgongu uppá pláss. Hetta kann als ikki verða rætti mátin framyvir at velja nevndarlimir í SEV uppá, har einasti førleiki er at hesi eru fólkavald og kanska duga betur enn onnur at telva seg til ein SEV sess.
Í longri tíð hevur verið arbeitt við einum uppskotið um eina viðtøkubroyting í SEV, har ið upp til 3 nevndarlimir í nevndini skuldu verða serfrøðingar. Restin av nevndini, 7 nevndarlimir, skuldu verða borgarstjórar, burtursæð frá Tórshavnar Kommunu, har varaborgarstjórin kundi sita. Sum heild eitt skilagott uppskot, serliga við serfrøðingapartinum.
Á eykaaðalfundi í SEV í dag, 28. februar, har ið allar kommunir uttan ein vóru møttar, megnaði aðalfundurin tíverri ikki at semjast um upprunaliga uppskotið og heldur ikki eitt alternativt uppskot frá Klaksvíkar Kommunu, har nevndarlimir í SEV kundu verða býráðs-/bygdarráðslimir og ikki bert borgarstjórar.
Tískil fullu bæði uppskotini, og niðurstøðan og avleiðingin er, at bý- og bygdarráð runt allar Føroyar heldur ikki hesu ferð valdu at styrkja nevndina í SEV við serfrøðingum, sum var eitt av aðalmálunum við uppskotunum.
Eftir stendur, at stóri taparin er serkunnleikin í nevndini, sum tíverri ikki fekkst semja um.
Men vit hava so fingið fleiri borgarstjórar og býráðs-/bygdaráðslimir beinleiðis inn í nevndina í SEV, uttan at vit kunnu hava nakra trygd fyri at hetta verður ein betur loysn enn áðrenn.
Á býráðsfundi í Tórshavnar býráð í gjárkvøldi gjørdi eg mína støðu greiða. SEV er ein so týdningarmikil fyritøka, at eg vil mæla til, at øll nevndin framyvir heldur verður manna við serfrøðingum og royndum nevndarlimum, sum hava førleika og royndir á øllum neyðugum økjum hjá SEV. Hetta hevði verið ein munandi betur skipan at valt nevndina í SEV enn í dag.
Vit hava ómetaliga nógv dugnalig og væl skikkaði fólk í Føroyum við neyðugum royndum, sum kundu manna nevndina í SEV, og sum á besta hátt kundu røkt áhugamálini hjá eigarunum í SEV.
Haldi avgjørt at hetta hevði verið ein betur loysn fyri SEV nevndina og ikki minst fyri allar kommunurnar í Føroyum, sum eru eigarar í SEV.
Eg vil tó ynskja nývaldu SEV nevndini tillukku við valinum og ynskja teimum blíðan byr.
Birgir Nielsen,
býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald