Veðrið

Septembur 2026 – næstan sum hann eigur at vera

Septembur 2026 fór um bak, og hvussu royndist hann til veður?.

2026-10-06 16:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Byrja vit við niðurstøðuni, var septembur eitt lítið sindur lýggjari enn í miðal tey seinastu 30 árini og eitt sindur turrari eisini, tó at tað regnaði ofta sera illa.

Ikki heilt tað sama veðursmynstri allan mánaðin, tó at veðrið var umleypandi næstan alla tíðina. Fyrstu vikuna tóku lágtrýstini seg upp yvir miðjum Norðuratlantshavi og ferðaðust frá Asorunum og gingu beint á Føroyar.

[object Object]

Fyrstu dagarnar lógu nøkur veik lágtrýst um okkara  leiðir. Tey høvdu lítið og lýtt lot av ymsum ættum við sær og skiftandi skýloft við ælaveðri – men eisini sólglottar, sum á hesari myndini. Mynd: Laila í Garðinum, Múla.

Restina av mánaðinum tóku lágtrýstini seg upp út fyri amerikonsku eysturstrondini og tóku leiðina ímóti Nýfundlandi. Harífrá gekk leiðin beint ímóti Føroyum.

Nøkur av teimum fingu styrk frá øðrum lágtrýstum, sum høvdu tikið seg upp yvir Nunavut í Norðurkanada ella Hudsonflógvanum. Tá ið tey høvdu sligið seg saman, dýptust tey sera skjótt. 2 av teimum gjørdust atmosferiskar bumbur, men júst tey bæði steðgaðu sunnan fyri Ísland.

Millum lágtrýstini kílaðu hátrýstryggir við góðum veðri seg norður ímóti Føroyum.

[object Object]

Samanumtikið fyri veðrið í septembur í ár gingu lágtrýst eftir lágtrýst beint á okkum við vindi og regni í 2-3 dagar, og ímillum tey vóru hátrýstryggir við góðum veðri í 1-2 dagar.  

Um morgunin 18. septembur lá eitt lágtrýst beint eystan fyri okkum. Sunnanfyri var strúkur í vindi vestaneftir, men norðanfyri nakað væl minni. Um alt landið  var skýlagið tjúkt, og ælaveður var allan dagin. Mynd: Fríðunn Vestergaard, Vestmanna.

Vindferð

[object Object]

Tann reyða strikan í miðjuni er miðalvindferðin. Í septembur var hon fyri tað mesta millum 5 og 10 m/s, fór uppum viðhvørt. Mesti vindurin var leygardagin 11. septembur, 15 m/s (hvassur vindur), hvirlurnar upp í 25 m/s. Kelda: Veðurstova Føroya.

 Ættin

[object Object]

Hann lá nógv mest av útsynningi ella av hálvættunum báðumegin við. Onkra løtu eitt sindur av landsynningi. Bert lítlar løtur av útnyrðingi – kom ongantíð høgt ella av landnyrðingi. Kelda: Veðurstova Føroya.

Hitin

[object Object]

Miðalhitin var 10,2 stig – mesti og minst máldi hiti vóru 14,1  og 4,1 stig, ávikavist. Miðalhitin tey seinastu 30 árini hevur verið 10,1 stig, so septembur í ár var eitt lítið sindur lýggjari enn miðal.

Síðan 1995 hevur miðalhitin í septembur næstan annaðhvørt ár ligið um 9 stig og annaðhvørt ár um 10 stig. Strikumyndin er í bylgjum – næstan. Hetta sama tíðarskeið er klimanormalurin fyri septembur farin úr 9,2 stigum upp í 10,2 stig. Frá 1934 til 1959 vóru september mánaðirnir líka lýggir næstan annaðhvørt ár, sum tað hevur verið síðan 1995.

Hitametið fyri septembur er frá 2006: 11,5 stig.

Nú vit eru í hagtølunum, kunnu vit taka við, at tann kaldasti septembur síðan 1875 var í 1918. Tá var miðalhitin 6,7 stig. Í nýggjari tíð vóru septembur í 1979, 1983 og 1985 kaldir, 8,0 stig, 7,9 stig og 8,0 stig, ávikavist.

Hitalagið (tann reyða strikan) lá báðumegin tey 10 stigini næstan allan mánaðin. Undantøk vóru, tá ið køld luft rak móti okkum orsaka av hátrýstryggi beint vestanfyri ella av lágtrýsti eystan ella norðanfyri. Hitalagið fór tá niður í 5 stig. Skýloftið var eitt sindur skiftandi. Tann bláa strikan, sum vísir mettinghitan, er í fleiri umførum eitt sindur langt undir tí reyðu, og tá hava vit havt sólglottar og lítið avfall. Í nøkrum støðum er einki millum strikurnar, og tá hevur regnað illa. Kelda: Veðurstova Føroya.

Avfall

[object Object]

Tað regnaði 110,6 mm allan septembur mánað í ár. Hetta er sindur minni enn miðaltalið fyri tey seinastu 30 árini, sum er 115,9 mm. Síðan aldarskiftið hava tveir av trimum septemburmánaðum verið eutt sindur turrari enn miðal.

Fara vit heilt aftur til 1875 at leita eftir turrasta septmeburmánað, var hann í 1976. Tá duttu bert 23,2 mm av regni niður. Tann vátasti var í 1963: 304 mm! – næstan 3 ferðir meiri enn í ár.

Ikki nógvir turrir dagar í septembur í ár. Bert hendingaferð 2 fylgjandi dagar uttan avfall. 21. septembur regnaði mest, tá ið eitt brúgvalag út einum lágtrýsti yvir Eysturgrønlandi var fór eysturvið. Kelda: Veðurstova Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder