Slóðbrótandi semjan sum Sambandsflokkurin og samgonguflokkarnir gjørdu í farna mánaði um tøkugjøldini, hevur verið umrødd í fjølmiðlunum ta seinastu tíðina. Sumt av tí sum hevur verið sagt, hevur ikki verið serliga jaligt, og tí er hóskandi við hesi frágreiðingini:
Ein slík semja skal altíð síggjast í mun til bæði tað, sum var galdandi frammanundan, og eisini tað sum vit kundu roknað við at fingið, um semjan ikki bleiv gjørd.
Í hesum førinum hava vit eina skipan, sum millum annað hevur við sær stóran váða í sambandi við langtíðaravtalur. Við nýggju semjuni dettur tann váðin burtur. Avgjøldini hækka, til tey koma uppá 7,5%, men tá søluprísurin fyri eitt kilo av laksi er meira enn 15 krónur omanfyri framleiðslukostnaðin, hækkar avgjaldsprosentið ikki meira (sum talvan vísir). Tí kunnu alarar nú aftur gera langtíðaravtalur. Hetta skapar millum annað grundarlag fyri sonevndu VAP framleiðsluni, har 140 fólk mistu arbeiðið um ársskiftið.
Alivinnan hevur ofta sóknast eftir, at gjøldini skulu byggja á skatt av avlopi, heldur enn á gjald pr. kilo. Við nýggju semjuni verður hetta ynski partvís gingið á møti, við tað at ein partur verður tøkugjald eftir verandi leisti, meðan restin verður rindað sum serskattur.
Tað kann vera trupult at samanbera gomlu og nýggju skipanina, men um vit gera eina roynd, har vit brúka árið í ár sum grundarlag, so rinda alifeløgini eftir gomlu skipanini 5% (tað svara til einar 4 krónur) meira pr. kg. í tøkugjaldi, samanborið við nýggju tøkugjøldini. Hinvegin, so høvdu einar 2 krónur komið meira inn í partalelagsskatti, um nýggju gjøldini longu vóru galdandi. So alt í alt hevði alivinnan spart umleið 2 krónur pr. kg. um nýggju gjøldini vóru galdandi í ár. Samanlagt hevði hetta (við verandi tøku og prísi) merkt, at alivinnan skuldi kanska rindað 59 mió. krónur minni í tøkugjaldi, men 39 mió. krónur meira í hækkaðum partafelagsgjaldi. Sostatt hevði alivinnan samanlagt spart einar 20 mió. krónur í ár.
Fyri Sambandsflokkin hevur tað stóran týdning, at vinnan nú kennir treytirnar, sum verða galdandi í langa tíð framyvir. Tað er ikki longur soleiðis, at skipanin verður broytt, hvørja ferð val hevur verið, og eitt nýtt landsstýri er skipað. Avtalað er, at semjan er bindandi fyri flokkarnar í minsta lagi til 2032. Tillagingar og broytingar kunnu bara gerast, um allir flokkarnir eru samdir um tað, og um ein flokkur vil taka seg úr semjuni, skal hetta fráboðast við í minsta lagi 6 mánaða freist, og broytingar kunnu ikki fremjast fyrr enn eftir, at løgtingsval hevur verið.
Sostatt hava vit við semjuni tryggjað, at vinnan veit, hvørjar karmar hon hevur at arbeiða eftir í rúma tíð, og samtíðis fær samfelagið sín rímiliga part frá vinnuni. Tí hevur semjan stóran týdning fyri bæði vinnuna og samfelagið.
Bárður á Steig Nielsen
Sambandsflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald