Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heitti í fleiri umførum í 2023 á Maskinmeistarafelagið um at fáa samráðingar millum partarnar í gongd. Hóast hetta eydnaðist okkum ikki at fáa veruligar samráðingar fyrr enn í feb. í 2024. Partarnir handaðu hvørjum øðrum krøv tann 26. feb. 2024. Síðani hava partarnir havt 5 samráðingarfundir, áðrenn Maskinmeistarafelagið ynskti at fáa Semingsstovnin at taka yvir samráðingarnar.
Semingstovnurin hevur síðani roynt at finna semju millum partarnar, og hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gingið fleiri av ynskjunum hjá Maskinmeistarafelagnum á møti. Hóast hetta, so tykist tað ikki, at vilji er til staðar at finna semju, hinumegin borðið.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur í samráðingunum lagt stóran dent á at møta ynskjunum hjá formanninum í Maskinmeistarafelagnum, Arnfinni Bech um at fáa meira skipaði viðurskifti fyri starvsfólk í stavi hjá SEV og IRF, harímillum at fáa greiðar ásetingar- og skilna millum starvsfólk, sum arbeiða í vaktarskipan – og ikki. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið undrast tí á, hví formaðurin í Maskinmeistarafelagnum vísur so lítlan vilja at finna eina semju.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur í stóran mun gingið krøvunum hjá Maskinmeistarafelagnum á møti, so rúm er ikki fyri at flyta seg meira, sum støðan er júst nú. Maskinmeistarafelagið tvíheldur um nøkur ófrávíkilig krøv, sum beinleiðis gera seg inn á leiðslurættin hjá arbeiðsgevarunum. Hetta kunnu vit í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum ikki góðtaka.
SEV og IRF ynskja sjálvsagt bestu arbeiðsumstøður fyri síni starvsfólk, bæði tá ræður um, hvussu vaktararbeiðið skal skipast og lønast. Hetta royna vit í Kommunala Arbeiðsgevarafelagum at lofta, men hvørja ferð vit ganga Maskinmeistarafelagnum á møti, so kemur felagið við nýggjum krøvum, sum hava við sær at leiðslurætturin verður fluttur frá arbeiðsgevarunum til leiðsluna í Maskinmeistarafelagnum. Hetta gongur ikki, tí leiðslurætturin er arbeiðsgevarans.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vísur staðiliga ákærunum hjá Maskinmeistarafelagnum aftur - um, at felagið ynskir óskil á sáttmálaøkinum – og, at arbeiðsgevarar bróta galdandi sáttmála við teimum skipanum, sum arbeitt verður eftir í dag. Tær skipanir, sum starvsfólkini arbeiða eftir í dag eru í tráð við sáttmálan, sum undanfarnir formenn í Maskinmeistarafelagnum í fleiri umførum hava góðkent við endurnýggjan av sáttmálunum.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fer við hesum at heita á Maskinmeistarafelagið um at koma aftur til samráðingarborðið til veruligar samráðingar. Tað ber ikki til at samráðast um ófrávíkilig krøv.
Lat okkum fáa eina semju um nýggjan sáttmála soleiðis, at limirnir í Maskinmeistarafelagnum fáa ágóðan av lønarhækkanini í tíðarskeiðinum frá okt. 2022 fram til í dag. Tað liggja, sum nú er fleiri enn 3 mió kr. og bíða eftir at verða goldnar út í lønarhækkanum til limirnar í Maskinmeistarafelagnum.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tann 4. sept. 2024
Per Martin Gregersen, formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald