Veðrið

Seksæringur sokkin út fyri Sandvíksfles

Stutt eftir midnátt fekk MRCC boð um at neyðrakettir og neyðbluss vóru sæddar av fólki í Hvalba og Sandvík, og at ein bátur sum var væntandi úr Havn, ikki var komin fram.

2022-09-22 07:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

MRCC sendi beinanvegin boð eftir bjargingartyrluni, bjargingarbátinum Royndin hjá Suðuroyar Norðara bjargingarfelag, Vædderen og Brimli at leita.

Kl. 0050 komu Tyrlan og Royndin fram á ein gummibát út fyri Sandvíksfles við einum manni í. Hetta var einsamalli maðurin úr saknaða bátinum, sum var farin at leka og sokkin.

Royndin bjargaði manninum umborð og sigldi mann og gummibát til lands.

Maðurin hevur tað gott eftir umstøðunum. Fartelefonin var útbrend, men til alla lukku hevði maðurin sagt frá at hann fór úr Havn til Hvalba og hevði neyðrakettir, neyðbluss og bjargingarbát umborð.

MRCC

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder