Vinna

Seks skip bíða eftir landingartørni hjá Havsbrún

Bíðitíðin at sleppa at landa er ov long - uppí 5 dagar hevur hon verið nú um dagarnar

2022-01-10 19:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Skipini hava havt góðan fiskiskap eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, her er stutt at sigla, men trupulleikin er at bíðitíðin at sleppa at landa er ov long - uppí 5 dagar hevur hon verið nú um dagarnar.

Svartkjafturin  flytir seg ofta skjótt, tá ið hann er í føroyskum sjógvi, so at liggja og bíða eftir landingartørni ilskar fiskimennirnar, her er bara eitt virkið, tað hevur tískil monupol uppá nógva svartkjaftin, tað halda fiskimenn ikki nógv um, teir halda at skipini skulu kunna landa uttanlanda, soleiðis at svartkjafturin kemur til høldar.

Sama ger seg til tíðir galdandi við sildafiskiskapinum, men tá eru trý virkir, sum kunnu taka ímóti til matna, var tað møguligt at landa sild uttanlanda hevði góðskan verið munandi betri, tí sildin, sum verður landa í Føroyum verður ov gomul t.v.s. einar 4-5 dagar ovneyðuga gomul.

Føroysku virkini er væl kappingarfør, tað sóu vit tíðuliga í fjør, tá ið Føroyar og Norra gjørdu makrelavtaluna, og skip frá báðum londum kundu landa makrel bæði í Føroyum og Norra, fleiri norsk skip komu hendavegin og tað var bara tí at føroysku virkini góðu besta prís, t.v.s. tey vóru fult kappingarfør. Føroysk skip landaðu sum rímuligt er eisini nakrar lastir í Norra.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder